Thorstein Arge

5. oktober 2003 andaðist Thorstein Arge, handilsmaður í Havn, 64 ára gamal

5. oktober 2003 andaðist Thorstein Arge, handilsmaður í Havn, 64 ára gamal. Thorstein var havnarmaður, sonur Oliviu, f. Augustinussen, ættað úr Vági, og Jákup Andreas Arge, úr Havn.
Hann fór fyrstu ferð til skips sum 16 ára gamal. Hann var útbúgvin stýrimaður og skipsførari og sigldi í Mærsk flotanum í mong ár.
Miðskeiðis í 80-unum gavst hann við at sigla úti og fekk sær arbeiði á landi.
Thorstein arbeiddi eina tíð við fiskavirkinum Saké í Hósvík. Hann var við til at byggja virkið upp og var stjóri har, til hann í 1988 yvirtók tubbakshandilin, Oscar F. Arge, á Kongabrúnni í Havn. Ella, einkjan eftir Oscar F. Arge, sum var farbróðir Thorstein, hevði tá rikið handilin síðan 1975. Handilin lat fyrstu ferð upp á Ólavsøku í 1938.
Hann handlaði so á Kongabrúnni, til hann í august 2002 flutti niðan í Niels Finsensgøtu 31, har sum hattahandilin hjá Minu Wilhelm var fyrr.
Thorstein giftist við Marin, f. Christiansen, úr Mattalág í Havn. Tey settu búgv í Mattalág og fingu trý børn innan eitt ár, sonin Jákup Andreas (Dia), sum er føddur 1. november 1961 og tvíburadøturnar Sunnivu og Sólrun, sum eru føddar 28. oktober 1962.
Eftir at Thorstein legðist upp á land, brúkti hann nógv av síni frítíð til at prýða rundan um húsini.