Hann var føddur 18. desember 1934 í Hvalvík, sonur Jacob og Ivu fødd Iversen. Systkini eru: Hans Jacob, Thorstein, Lena og Birgir.
Thorstein er eitt kent andlit í Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum. Hann hevur vinir og kenningar um alt landið.
Ungur gjørdist Thorstein blindur. Fekk ólekiliga eygnasjúku, sum broytti lív hansara. Eyguni hevði hann ring heilt frá beinbeini, so sjónin hevur altíð bilað honum.
Hevur Thorstein ikki kunna gletst um sólarljósið, hevur annað ljós lýst fyri honum: Ljósið frá honum, sum føddur varð jólanátt.
Frá barn og ungdómi av hoyrdi Thorstein gleðiboðskapin boðaðan í Hvalvík. Konfirmatiónsfyrireikingin hevði stóran týdning fyri hann. Frið við sín Gud fekk hann seinri við orðinum hjá Mika 7,8: "Tó at eg siti í myrkri, lýsir Harrin fyri mær." Hesi orðini "fyri mær" gjørdust honum kær, og ynskti hann eisini, at onnur fingu sálareyguni upplatin fyri tí frelsu, sum Gud hevur tilbúgvið øllum menniskjum.
Um Thorstein var blindur, vildi hann ikki bara sita hendur í favn.
Hann lærdi til bustbindara, og hevði egið virki.
Í 1960 fór hann á víðkaða háskúlan í Haslev í Danmark. Í 1962 kom hann í starv sum ferðatrúboðari hjá Indre Missión í Danmark.
Sum ferðatrúboðari hevur Thorstein ferðast um alt Danmark, og ofta hevur hann verið í Føroyum og boðða gleðiboðskapin í missónshúsum um landið.
Hesin ídni og vinsæli Harrans tænari hevur givið mongum føroyingi troyst og góð minni.
Í 1963 giftist Thorstein Kirsten og eiga tey dóttrina Evu.
Vinir og kenningar ynskja føðingardagsbarnum hjartaliga tillukku við tøkk fyri alt.
Føðingardagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum í Havn leygardagin 11. desember kl. 19.00. Øll eru vælkomin.