Thulesen-Dahl vil ikki samráðast við Liberal Alliance

Ein møgulig stjórnarkreppa er ávegis í Danmark, tí tað er komi vátt í reiðrið millum Liberal Alliance, ið er ein stuðulsflokkur hjá stjórnini, og aðrar flokkar. Somikið nógv, at Dansk Folkeparti nú hóttir við ikki at samráðast við Liberal Alliance.

 

Anders Samuelsen, formaður í Liberal Alliance, finst eisini at Kristian Thulesen-Dahl, formanni í Dansk Folkeparti.

 

Orsøkin er tann, at Kristian Thulesen-Dahl hevur sagt, at Dansk Folkeparti vil ikki fara í samráðingar við hinar flokkarnar um 2025 ætlanina hjá stjórnini, um ikki Liberal Alliance sleppur kravinum um ein 5% skattalætta at toppskattinum á allar inntøkur.

 

Liberal Alliance hevur sett stjórnargrundarlagið undir Lars Løkke og Vinstra í vanda, eftir at teir krevja at ætlaði skattalættin á 5% av toppskattinum hjá teimum, ið forvinna upp til eina millión, verður víðkaður til allar inntøkur. Eisini tær, sum eru hægri enn ein millión.

 

Nú sigur Dansk Folkaparti, at teir vilja ikki inn í samráðingar við ein flokk, sum setur ultimativ krøv áðrenn eina samráðing.

 

Anders Samuelsen sigur, at teir hava ikki sett teirra krav sum eitt ultimativ, men sum eina hjartasak til samráðingarnar og at Dansk Folkeparti skuldi gjørt tað sama.

 

Fleiri vilja verða við, at útspælið hjá Liberal Alliance kann hava við sær, at Lars Løkke má útskriva nýval skjótt, tí grundarlagið undir stjórnini viknar nógv. Enn er tó ógreitt um so verður.