Champions League: Elias var toppskjútti við átta málum

THW Kiel er framvegis fremst í bólki A

Í kvøld tóku Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pellister í Wunderino høllini í Kiel. Talan var um dyst í bólki A í Champions League.

 

Kiel vann greiðan 29-23 sigur. Í steðginum var Kiel á odda 19-10.

 

Kiel er fremst í bólki A við 18 stigum. Aalborg er nummar tvey við 16 stigum.

 

Elias var toppskjútti hjá Kiel við átta málum, umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum.

 

Komandi mikudag klokkan 17.45 spælir Kiel á útivølli í Ungarn móti Szeged.