Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í dag heimadyst í Wunderino-høllini í bundesliguni móti Eisenach.
Dysturin endaði við einum 31-27 sigri til Kiel, ið var á odda 14-13 í steðginum.
Elias skoraði trý mál og legði upp til eitt mál í dystinum.
Kiel er nú fjórðfremst í deildini við 32 stigum, eitt stig aftanfyri liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt, ið hevur 33 stig. Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin er fremst í deildini við 39 stigum. Magdeburg er næstfremst við 36 stigum.
Leygardagin 23. mars verður dystur í Wunderino-høllini millum Kiel og Flensburg Handewitt.
Komandi mikudag klokkan 17.45 spælir Kiel dyst í bólki A í Champions League á útivølli móti ungarska liðnum, Szeged.