THW Kiel vann bólk A í Champions League

Uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu vann THW Kiel stórsigur á RK Zagreb

Mikukvøldið staðfesti liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu bólkasigurin í bólki A í Champions League við stórsigri á RK Zagreb í Wonderino høllini í Kiel.

 

Elias var tó ikki við í hópinum.

 

Kiel vann dystin 33-22 (17-15), og teir vinna bólk A við 22 stigum av 28 møguligum. Nummar tvey er Aalborg við 19 stigum.

 

Komandi dysturin hjá Kiel verður á heimavølli 23. mars móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt. So fáa vit at síggja um havnarmaðurin aftur vinnur á hoyvíkinginum hesaferð.

 

Tað skuldi so verið góður møguleiki fyri, at TV3 Max hjá Televarpinum vísir tann dystin.