THW Kiel misti sigurin úr hondum í Aalborg

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu fekk ikki hevnd fyri ósigurin á heimavølli móti Aalborg

Í kvøld spældu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel dyst móti Aalborg í bólki A í Champions League.

 

Í farnu viku vann Aalborg stórsigur 27-18 á Kiel, har Niklas Landin í málinum hjá Aalborg bjargaði yvir 51 prosent av málroyndunum hjá Kiel.

 

Í kvøld sá út til, at Kiel fór at fáa hevnd fyri ósigurin í farnu viku.

 

Kiel var á odda 27-21 tá 51 minuttir vóru farnir av dystinum, men seinastu níggju minuttirnar stongdi Niklas Landin málið hjá Aalborg. Landin tók eisini onkra roynd hjá Eliasi.

 

Aalborg át leiðsluna upp hjá Kiel og kom upp á javnleik 27-27. Mikkel Hansen fekk møguleikan at leggja Aalborg á odda 28-27 við einum brotskasti tá ein hálvur minuttur var eftir, men hann brendi. Kiel megnaði ikki at fáa mál í seinasta álopinum, og so endaði tað við javnleiki 27-27.

 

Í steðginum var Kiel á odda 17-13.

 

Elias skoraði upp á eitt brotskast í dystinum, og hann fekk møguleikan í sjey móti seks álopsspæli móti endanum, men hann fekk ikki bóltin framvið Landin í Aalborg málinum í vanligum spæli. 

 

Kiel er fremst í bólki A við 11 stigum. Aalborg hevur 10 stig og Szeged hevur níggju stig. Kolstad, Kielce og PSG hava átta stig hvør, so tað er sera javnt og spennandi í bólki A.