Tí atkvøddi eg ikki fyri at byggja stórhøll í Havn

Tað er ein býráðslimur í Havn, sum ikki vildi atkvøða fyri málinum um at byggja eina stórhøll í Havn – og tað hevði hon eina serliga orsøk til

Í gjárkvøldið samtykti ein stórur meiriluti av Tórshavnar Býráði at fara undir arbeiði at byggja eina stórhøll í Havnini. Meirilutin var so stórur, at av teimum 13 býráðslimunum var tað ein, sum ikki atkvøddi fyri. Tað var Elsa Berg úr Tjóðveldi, sum atkvøddi blankt.

 

Men tað var ikki tí at hon heldur, at tað er óneyðugt við eini stórhøll í høvuðstaðnum. Tað er avgjørt brúk fyri eini stórhøll í Havn, gjørdi hon greitt á býráðsfundinum í gjár, tá ið málið varð samtykt. Hinvegin heldur hon ikki, at hetta er rætta tíðin at fara undir eina so stóra verkætlan, tí hon heldur, at tað eru viðurskifti, sum tað er nógv meiri átrokandi at brúka pengar til. Eitt nú heldur hon, at tað verður neyðugt at brúka pengar upp at leggja um til grøna orku, og so heldur hon eisini, at tað er stórur tørvur á pengum á ymsum vælferðarøkjum. Men hon heldur, at tað gongur ómetaliga strilti at fáa játtan til tey endamálini.

 

Veðurlagskreppan er skjótt gloymd, tá ið tær stóru verkætlanirnar standa á rað og bíða eftir at verða bygdar, heldur hon. Hon sigur, at í býráðnum er tað eitt rættiligt stríð um hvørt einasta oyra, sum skal játtast til umhvørvisvernd. Og tað er á øllum økjum, bæði á yvirskipaðum økjum, sum at halda orkupolitikkin, býráðið sjálvt hevur samtykt, til tað heilt smáa sum at skráseta allar oljutangar. Hon heldur, at tað er hugburðurin, sum manglar, tí hon sigur, at hvørja ferð umhvørvismál verða tikin upp í eini nevnd í býráðnum, er tað onkur, sum fer eitt ørindi, ella setir seg at tosa í telefon.

 

Í fjør var ein millión sett av til at bøta um viðurskiftini hjá súkklarum, men hon varð spard burtur. Bussleiðin er skerd og meirilutin vildi ikki keypa elbussar.

 

Tað vísir seg, at tað er altíð ov dýrt at hugsa grønt, heldur Elsa Berg. Hon vísti á, at tað mangla 80 milliónir í fyri at røkka málinum um orkupolitikkin, men tað valdar tøgn um tað. Samstundis minnir hon á, at allir býráðslimir vita, at vit standa fyri stórum útbyggingin á ymsum vælferðarøkjum. Sjálv heldur hon, at lønin hjá námsfrøðingum eigur at hækka, umframt at tað er neyðugt at gera aðrar ábøtur á ymsum dagstovnum. Harafturat  verður neyðugt at hækka talið á starvsfólkum. Vit skulu hava nýtt røktarheim í Hoyvík og ellisheim í Kollafirði. Haraftuftarat verður tosað um at lækka næmingatalið í skúlaflokkunum fyri at bøta um trivnaðin. Fleiri høli til kommunulæknar og tað verður neyðugt við nýggjari tannlæknastovu.

 

Vit kunnu ikki loyva okkum at spreingja íløgukarmin við eini stórhøll, tá ið vit eru í eini veðurlagskreppu og ímeðan vælferðarøkið bløðir heldur Elsa Berg. Og hon trýr heldur ikki upp á páhaldið frá býráðslimum í meirilutanum, at tað fer ongar avleiðingar at fáa fyri vælferðarøkini, at stórhøllin verður bygd.

 

Les eisini: Hetta er ein stórur dagur fyri Havnina - og allar Føroyar