Tað er ein afturvendandi trupulleiki fyri feløgini í Gundadali, at fólk koma ikki til dyst um ikki dysturin er sunnudag. Hetta hevur B36 ásannað og tí flutt dystin, sum skuldi verið fríggjakvøldið til sunnudagin klokkan 17.15.
Les eisini: B36 - EB/Streymur útsettur
- Vit hava valt at flyta dystin til sunnudagin, tí tá koma flest áskoðarar. Tað er orsøkin, sigur Jákup á Borg, sum er spælandi hjálparvenjari hjá B36.
Hetta var annars eitt gylt høvið at fáa ein fyrimun á EB/Streym, sum sunnudagin spældi 120 minuttir í kappingini um Løgmanssteypið móti NSÍ, meðan B36 hevði frí.
Les eisini: Ikki besta málið eg havi skotið
Jákup á Borg ásannar eisini, at tað kann taka ein lítlan fyrimun frá B36, men leggur dent á, at fyri B36 viga áskoðararnir meira.
Vælkendur trupulleiki
Tað er eftirhondini ein vælkendur trupulleiki, at feløgini í Gundadali hava tað torført við at fáa áskoðarar til. Sjálvt til onkra grannauppgerð er tómligt í Gundadali. Ringast hevur helst staðið til, tá feløgini hava spælt leygardag.
Orsøkin til, at dysturin er klokkan 17.15 er, at AB og HB spæla klokkan 15 á Argjum. AB, B36 og HB hava eina avtalu um, at tað verður ikki spælt samstundis á Argjum og í Havn.
Effo-deildin 7.umfar:
Fríggjadagin:
B68 – Skála (18:30) Beinleiðis á Rás2
Leygardagin:
NSÍ – KÍ (18:00) Beinleiðis á Rás2
Sunnudagin:
AB – HB (15:00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur – ÍF (15:00) Rás2 fylgir gongdini
B36 – EB/Streymur (17.15) Rás2 fylgir gongdini
Til ber eisini at fylgja øllum dystunum beinleiðis á in.fo.