Tí er spakin ikki settur í at byggja í Klaksvík

Jenis av Rana vil hava greiði á ymsum viðurskiftum, áðrenn hann letur stuðul

Myndina tók Pól Sundskarð

Tað hevur leingi verið ætlanin at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík. Men enn er spakin ikki settur í og nú vil Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hava at vita, hví einki hendir.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í og mentamálum sigur, at orsøkin til, at spakin ikki er settur í til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya, er, at enn hevur hann ikki latið skúlanum stuðul. Húsarhaldsskúlin er ikki ein almennur skúli, men tað er ein sjálvsognarstovnur, sum Løgtingið letur stuðul til.

 

Ein høvuðsorsøk til, at stuðul ikki er givin, er, at tá ið tilboðini komu inn,  vísti tað seg, at skúlin verður dýrari enn mett – og hann verður eisini dýrari enn stuðul kann latast til eftir lógini. Eftir ætlan kostar skúlin 53,5 milliónir tilsamans milliónir +mvg og eftir lógin hevur Jenis av Rana heimild til at lata 21 milliónir í stuðuli til at byggja nýggjan skúlan fyri. Nú vísir tað seg, at tilboðini vóru nakað hægri enn tað og tí er stuðulsupphæddin ov lítil. Sostatt verður neyðugt at broyta lóg, um so er, at skúlin skal byggjast eftir teimum tilboðum, sum eru latin inn.

 

Men umframt byggikostnaðin, eru eisini onnur ivamál, sum Jenis av Rana vil hava fult greiði á, áðrenn skúlin fær tilsøgn um stuðul og tað samskiftir hann við skúlan um.

 

Myndina tók Pól Sundskarð