Nógva staðni kring landið eru tey rættiliga komin í neyð tí at tað mangla so nógv starvsfólk í eldraøkinum. Hjá nógvum hevur loysunnarorðið verið, at at útbúgva fleiri starvsfólk. Í hesum sambandi halda summi, at tað er ein vansi, at Heilsuskúlin er í Suðuroy og tí vilja tey hava eina skipan, har tað eisini ber til at taka útbúgvingina norðan fyri eisini.
Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár er løgd fram, hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum gjørt av at hækka játtanina til Heilsuskúlin kann taka tveir flokkar inn um árið, har tey nú taka ein flokk.
Men tað eru ikki øll, sum eru samd í, at hetta fer at loysa trupulleikan. Á landsfundinum hjá Sambadsflokkinum seinasta vikuskiftið staðfesti Marjun Olsen í Suðuroyar Sambandsfelag, at hetta fer ikki at loysa trupulleikan.
Hon arbeiðir sjálv í heilsurøktini og hon heldur, at trupulleikin er ikki manglandi útbúgvingarmøguleikar. Í øllum førum er hon sannførd um, at trupulleikin er ikki, at skúlin er í Suðuroy, tí møguleikarnir at ferðast, eru góðir.
Trupulleikin er ein heilt annar, og tað er, at bæði arbeiðsumstøðurnar, og lønin, hjá teimum, sum arbeiða í eldraøkinum, eru so vánalig, at eingin tímar at átaka sær hasi størvini.
So fyrr enn bøtt verður um arbeiðsumstøðurnar, og lønina, fara fólk ikki at søkja inn á heilsuskúlan. Sum støðan er nú, koma fólk inn av gøtuni - um tey so eru skikkað ella ikki, men tað er ein neyðloysn, tí onkur má vera til arbeiðis, heldur hon.
– Nú á døgum fært tú ikki fólk at søkja inn á eina útbúgving, har lønin er so vánalig, sum hon er í eldraøkinum, sigur Marjun Olsen.