Tað er í samráð við Lars Olsen, landsliðsvenjara, at Viljormur Davidsen ikki skal við til venjingarlandsdystin móti Liktenstein 28. mars í Marbella í Spania. Vinstrri bakkurin hevur verið skaddur í meiri enn ein mánað.
- Vejle ynskir ikki, at eg skal fara við landsliðnum, tí eg havi sitið uttanfyri í fimm vikur. Eg havi tosað við Lars Olsen um tað. Vit blivu samdir um, at tað er best at eg ikki fari við hesaferð, sigur Viljormur Davidsen.
Talan er um ein fipur í baklærinum, sum hevur argað vinstra bakkin. Hann skal til skanning í vikuni. Gongur alt væl, so kann landsliðsspælarin so smátt byrja at venja aftur.
Viljormur Davidsen, sum hevur spælt 13 landsdystir, vónar at verða klárur aftur um eina til tvær vikur.