Tað var tann síðsta veljarakanningin upp undir fólkatingsvalið, sum var ein avgerandi orsøk til, at Edmund Joensen fall á fólkatingsvalinum seinasta hósdag.
Tað metir Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur og valserfrøðingur.
Í kjakesending á Rás2 vísti hann á, at fýra veljarakanningar vórðu gjørdar upp undir fólkatingsvalið.
Tríggjar tær fyrstu vístu, at Sambandsflokkurin fór at verða stóri sigursharrin og at Javnaðarflokkurin lá líka trygt til at vinna tann seinna føroyska fólkatingslimin. Sostatt vóru teir báðir púra vísir í at fáa hvør sín fólkatingsess.
Men so kom ein veljarakanning afturat tann 15. juni, bara tríggjar dagar fyri valið, og hon vísti, at Tjóðveldið hevði tikið seg nokk so fitt inn á Javnaðarflokkin, samstundis sum at fólkaflokkurin hekk eftir.
Hann heldur, at tað broytti alla myndina, og hann heldur samstundis, at varð tann kanningin ikki gjørd, hevði Edmund Joensen framvegis verið fólkatingsmaður í dag.
- Tað er eitt sindur ræðandi, at ein veljarakanning kann hava so stórt vald, heldur Jógvan Mørkøre.
Men hann sigur, at tað vísir seg, at tá ið tað gongur nokk so javnt á ímillum flokkar, er veljarin rættiliga skjótur at veljarin fer at hugsa taktiskt, serliga á fólkatingsvali, har tað bara eru tvey umboð, sum skulu veljast.
Samstundis gav tann seinasta kanningin, Tjóðveldi nýggja vón um at vinna annan sessin og úrslitið av tí var, at flokkurin rættiliga blásti í lúður og legði ógvuliga harðliga til brots at reka fólk a val, og flokkurin fór enntá at trola eftir veljarum innanfyri hjá teimum smáu flokkunum og fortaldi teimum, at nú kundu tey av álvara gera mun.
- Ikki so frægt sum vit í Miðflokkinum fáa frið, segði Jenis av Rana.
- Tað hevur verið lívligur gjøgnumtrekkur av veljarum ímillum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin og úrslitið av tí kann hava verið, at sambandsveljarar, sum hava følt seg púra tryggar í at vinna annan fólkatingsmannin, hava heldur valt Javnaðarflokkin, fyri at fáa ein samríkismann á Fólkating saman við Edmundi Joensen, og sostatt forða einum loysingarmanni í at verða valdur, heldur Jógvan Mørkøre.
Árni Gregersen skoytir upp í, at tá ið seinasta formansorðaskiftið var í Kringvarpinum, vórðu floksformenninir spurdir, hvønn teir høvdu valt, kundu teir ikki velja sín egna flokk.
- Tá svaraði Poul Michelsen úr Framsókn, at so hevði hann valt Tjóðveldi, og eg ivist ikki í, at tað flutti atkvøður yvir til Tjóðveldi, sigur Árni Gregersen.
Og samstundis segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann so hevði hann valt Javnaðarflokkin.
Árni Gregersen heldur, at Magni Arge fekk avgerðandi leiklut á góða úrslitið hjá Tjóðveldi, tá ið hann brádliga gjørdi av at stilla upp, og fór í valstríðið, sprenfullur í orku.
Og so hildu teir eisini, at tað var lagnunnar speiðsemi, at tað nettupp var Magni Arge, sum fekk ein avgerðandi leiklut í at Tjóðveldi vann mannin.
Teir minna á, at tað er ikki so langt síðani, at Johan Dahl, landsstýrismaður fyri Sambandslflokkin, syrgdi fyri, at magni Arge varð koyrdur frá sum stjóri í Atlantsflogi, og nettupp tað slóðaði fyri, at hann fór upp í politikk.