Tí gevst Eliesar

Venjari hjá Skála hevur valt at gevast sum venjari hjá besta liðnum

- Eg havi valt at gevast, tí eg havi følt at eg ikki eri 100 prosent til staðar til venjingar og dystir. Tí haldi eg at tað er best fyri allar partar, at eg gevist og felagið fær ein frískan mann inn, Eliesar Olsen, sum í fýra ár hevur verið venjari hjá Skála.

 

Eliesar hevur ført Skála frá 2.deild og heilt upp í Effo-deildina.

 

- Tíðin strekkjur bara til eitt vist og eg eri týpan, at um eg ikki eri 100 prosent á tí eg geri, so haldi eg at tað er kediligt fyri hini, sum eru við - í hesum førum spælararnir.

 

Tað ljóðar, at Pauli Poulsen er favorittur at taka yvir á Skála. Hann er í løtuni hjálparvenjari hjá KÍ, men hevur verið venjari NSÍ og B68, umframt at hann hevur verið hjálparvenjari hjá júst Skála.

 

Skála hevur fingið fimm stig og liggur aftast í landskappingini.