Tí hækka útreiðslurnar til heilivág so nógv

Hetta er sum tá ið eitt húski fær sær oljufýr og síðani gremur seg um, at oljurokningin er nógv størri nú, enn hon var fyrr

- Tað eru fleiri orsøkir til, at útreiðslurnar til heilivág eru hækkaðar so nógv hesi seinastu árini.

 

Tað sigur Pero Sore, sum hevur verið serlækni í gikt á Landssjúkrahúsinum.

 

Hann er ikki heilt samdur við svarið, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, gav Gunvør Balle, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, tá ið hon spurdi um, hvussu gongdin er við útreiðslunum til heilivág í Føroyum.

 

 

Les eisini: Útreiðslurnar til heilivág hækkaðar 40 milliónir

 

 

Í svarinum vísti Karsten Hansen á, at útreiðslurnar eru nógv hækkaðar, og ein orsøk til tað, er, at nógvur heilivágur er vorðin so dýrur, eitt nú tann nýggi, lívfrøðiligi heilivágurin, sum verður brúktur fyri gikt.

 

Pero Sore heldur, at tá ið tosað verður um, at útreiðslurnar til heilivág, hækka, er tað sum tá ið ein familja fær sær oljufýr og síðani gremur seg um, at oljurokningin er nógv størri nú, enn hon var fyrr, sigur Pero Sore.

 

- Tað er ein púa natúrlig gongd, at prísurin hækkar, leggur hann afturat

 

Hann vísir á, at tað eru ikki bara heilivágurin fyri húð- og giktsjúkur, sum er hækkaður.

 

 

Les eisini: Fleiri føroyingar raktir av liviháttarsjúkum

 

 

- Sjúklingar við ymsum tarmsjúku brúka akkurát sama heilivágin og talið á føroyingum við tamsjúkum, er stórliga vaksið seinastu árini, serliga hesi seinastu tvey árini, har talið á sjúklingum við hesum tarmsjúkunum, er tvífaldað, sigur Pero Sore. Hinvegin hava útreiðslurnar til heilivág fyri gikt á nøkunlunda sama stigi hesi seinastu árini, leggur hann afturat.

 

Annars vísir hann á, at eftir fólkatalinum brúka føroyingar minni lívfrøðiligan heilivágenn danir gera – men hann er dýrari í Føroyum, tí Føroyar eru ikki við í Armgros, sum samskipar keypið av heilivági til sjúkrahús í Danmark

 

Tí skulu føroyingar samráðast sjálvir um prís á heilivági, men avleiðingin er, at heilivágurin er dýrari.

 

- Pero Sore sigur eisini, at tey nú farin at eftirgera tann dýra, lívfrøðiliga heilivágin, so at hann verður munandi bíligari.

 

- Men tað er ikki bara at leggja heilivágin um, tí tað krevur eina neyva uppfylging at skifta heilivág, fyri at vita, hvussu tað gongur.

 

Hann vísir eisini á, at fleiri og fleiri koma í viðger, og tað ger sítt til, at útreiðslurnar til heilivág hækka, eins og summi sløg av heilivág, sum verða brúkt at viðgera krabbamein og livursjúkur við, er ógvuliga dýrt

 

- Ein einstakur sjúklingur hann kosta 1,4 milliónir um árið, so tað er einki løgið í, at útreiðslurnar hækka.

 

Men Pero Sora saknar eisini, at onkur setir seg at rokna út, hvørjir aðrir møguleikar eru, enn at brúka tann dýra heilivágin.

 

- Tað verða ongar kost-nyttu kanningar gjørdar av útreiðslunum til heilivág. Fara vit at spara heilivág, hvat hevði tað kostað í sjúkrameldingum, fyritíðarpensjónum, avlamispensjón og mistari framleiðslu, spyr hann.