Tí mugu Føroyar hava gott orð á sær úti í verðini

– Vit hava ein serligan tørv á at hava vælvild úti í verðini, sigur Jóannes Eidesgaard upp undir stóru innsavningina hjá Reyða Krossi í annaðkvøld

##med2##

 

Í annaðkvøld verður tað, at Reyði Krossur í Føroyum hevur sítt stóra tiltak, har endamálið er at samla pening inn til neyðhjálp, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Tiltakið verður víst beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum og tað byrjar klokkan 19 í annaðkvøld. Í tíðindunum á FM1 varð jóannes Eidesgaard, aðalskrivari í Reyða Krossi í Føroyum, spurdur um ta sindri, føroyingar kunnu samla av pengum, ger nakran mun.

 

Jóannes Eidesgaard sigur, at nettupp føroyingar hava ein heilt serligan tørv á at hava gott orð á sær úti í verðini.

 

– Allir politikarar rópa um, at vit skulu taka altjóða ábyrgd. Fyri meg er tað, at vit eru við til at stuðla neyðhjálpararbeiði - eftir førimuni. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað kann henda, at útlendingar fara at spyrja, hví vit ikki taka størri, altjóða ábyrgd í sambandi við neyðhjálp, flóttafólk, veðurlagsbroytingar, og annað. Og verður tað vent ímóti okkum – og so hava vit ein risastóran trupulleika, sigur hann

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá stóra innsavningartiltakinum hjá Reyða Krossi í annaðkvøld. Og hoyr hann eisini greiða frá, hví hann heldur, at tað hevur so stóran týdning fyri alt tað føroyska samfelagið, at vit hava eitt gott orð á okkum úti í verðini.