Tiðnað ríkisveiting og nýggj kommunal byrjan

Tiðnaða ríkisveitingin eigur at verða markað til at taka toppin av kommunuskuldini. Tá verður lættari og rættvísari at leggja kommunurnar saman.

Tá ríkisveitingin, við virknaði frá 2002 at roknað, við lóg varð skerd við 366 mió. kr., varð samstundis, og eftir ynski frá einum meiriluta á Føroya Løgtingi, avtalað at fastfrysta tað, sum er eftir av ríkisveitingini. Missurin fyri føroyska landskassan bara av fastfrystingini, hevur seinastu 6 árini verið uml. 110 mió. kr.

Føroya Landsstýri eigur tí til heystar at fara undir tingingar við ríkismyndugleikarnir um at tiðnað upp aftur fastfrystu ríkisveitingina. Tiðnaða upphæddin eigur at verða markað til at taka toppin av kommunuskuldini. Umframt at skunda undir kommunusamanleggingarnar, hevði hettar, nú landsbúskapurin er í einum aldudali, birt vónir og verið við til at skapt virksemi, vøkstur og trivnað úti um alt landið.

Skotbráið frá nú og til heystar, tá kommunubólkurin, sum er settur av landsstýrinum, er liðugur við sítt arbeiði, samstundis sum samráðingar tá verða aftur við ríkismyndugleikarnar um ríkisveitingina, eigur at verða nýtt til at endurskoða og skerpa eftirlit landsstýrisins við kommununum. Hettar soleiðis, at kommunur ikki aftur koma sær í fíggjarligt óføri.

 

Kommunuskuldin ein forðing fyri samanleggingum

Ein tann størsta forðingin fyri, at føroysku kommunurnar ikki sjálvbodnar leita sær saman í størri eindir er, at ávísar kommunur í landinum eru niðurbundnar av skuld, samstundis sum tær hava eitt munandi hægri kommunuskattaprosent, enn tær kommunur, sum fíggjarliga eru betur fyri. Hettar í sjálvum sær fær sjálvsagt tær betur staddu kommunurnar til at himprast við at leggja saman við skuldartyngdu kommununum. Tað vildi eisini verið órættvíst og at revsa tær kommunur, sum fíggjarliga eru væl fyri, um Løgtingið, uttan at taka toppin av kommunuskuldini, við lóg legði tær saman við mest skuldarbundnu kommununum.

 

Samfelagið alt, undantikið kommununurnar, er sanerað

Meginparturin av kommunuskuldini stavar frá tíðini áðrenn kreppuna fyrst í 1990-unum. Í samband við kreppuna tá, varð landskassaskuldin sanerað og umfíggjað, føroysku bankarnir somuleiðis, eins og meginparturin av føroyska vinnulívinum so ella so varð sanerað. Uttan mun til, hvør orsøkin var til landskassaskuldina, kommunuskuldina, bankakreppuna og vinnulísvskuldina í 1990-unum, er tað hvørki rætt ell rímiligt, at bert kommunurnar enn tann dagin í dag skulu standa eftir við sínari skuld.

 

Bleytu virðini og kommunuskuldin

Vit skulu minnst til, at kommunurnar m.a. taka sær av barnaansingarøkinum, barnaverndar-tænastuni, stórum parti av eldraøkinum og av umstøðunum hjá børnum og lærarum í fólkaskúlanum, umframt at kommunurnar skapa karmar um ítróttar- og mentunarlívið kring alt landið. Tí er tað sera umráðandi, at hesi so grundleggjandi bleytu virðini ikki verða forsømd av teirri orsøk, at kommunur í landinum ikki hava fíggjarliga orku til at røkja hesi virðir á nøktandi hátt.

 

Einki at missa – øll vinna

Verður tiðnaða ríkisveitingin nýtt til at loysa kommunurnar úr skuldarhaftinum, verður ikki neyðugt at býta skuldina millum kommunurnar og harvið skapa óneyðuga ónøgd og ósemjur millum kommunurnar í landinum. Heldur ikki verður tá neyðugt at taka pening frá øðrum bólkum í samfelagnum at lata teimum kommunum, sum eru illa fyri fíggjarliga. Sostatt fer eingin at missa nakað við hesari loysnini. Tvørtur ímóti, so gerðast øll vinnarar.

 

Bygnaðarbroytingar og vøkstur

Vit skulu taka toppin av kommunuskuldini, greiða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum landið og kommunurnar, seta í verk eina inntøku- og útreiðslujavning millum kommunurnar, og broyta kommunubygnaðin soleiðis, at vit fáa færri, størri og harvið sterkari kommunalar eindir. Tá skapa vit neyðugan vøkstur og harvið trivnað kring alt landið.

Stutt sagt, tá fáa vit eina nýggja kommunala byrjan – okkum øllum til frama.