Tað kann tykjast undrunarvert, at Chelsea loyvdi sær at selja Petr Cech til Arsenal, tá ið hugsað verður um, at Arsenal er ein kappingarneyti í oddinum í Premier League. Harafturat eru Chelsea og Arsenal eisini grannakappingarneytar, har serliga fjeppararnir hava eitt slag av fíggindaskapi sínamillum.
Orsøkin er tó tann, at Cech hevði eitt ynski um at vera verandi í London og í Premier League, og hetta virdi Roman Abramovich, Chelsea-eigari, sum eitt slag av tøkk til Cech fyri drúgva tænastu hjá bláa London-felagnum.
- Eg tosaði við Abramovich um at vera verandi í Premier League, og eg takki honum av øllum mínum hjarta fyri, at hann virdi hetta ynskið. Hann hevur nógv at siga fyri meg, tí at uttan hann hevði Chelsea ikki verið tað felagið, sum tað er í dag, skrivar Petr Cech millum annað í skilnaðarbrævi, sum serliga er ætlað til Chelsea-fjepparar at lesa.
Petr Cech er 33 ára gamal og hevur vunnið alskyns steyp við Chelsea. Seinasta árið hevur hann tó mist plássið til tann væl yngra Thibaut Courtois, og tann støðan gjørdist óhollin fyri kekkiska málverjan.
Skilnaðarbrævið hjá Petr Cech til Chelsea kann lesast her.