Tí stendur stóra sildin vestari enn hin smáa

Síðan 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl til árligu stovnsmetingarnar.

Á Havstovuni siga tey í dag, at tølini frá hesum felags kanningum nú eru greinað, og hevur hevur verið hugt eftir, hvar sildin hevur hildið til nevnda tíðarskeið við serligum atliti til aldurin á sildini.

 

- Norðhavssildin gýtir fram við norsku strondini í februar/ mars, og síðan leitar hon vestur í hav at finna sær føði, sum í stóran mun er reyðæti (calanus).

 

Greiningin eftir felags kanningarnar vísir, at tað er tann elsta sildin, sum stendur longst vesturi, meðan unga sildin stendur nærri Noregi. 

 

- Orsøkirnar til hetta eru, at gamla sildin svimur skjótari enn tann yngra, og hon verður eisini fyrr liðug at gýta. Tann elsta sildin leggur soleiðis fyrr út á hav og er komin longur vestur, tá felags kanningarnar verða gjørdar í mai.

 

Á Havstovuni vita tey at siga, at elsta sildin flestu ár stendur nær front-økjunum norðan fyri Føroyar – upp móti Ísland/ Føroya-frontinum og Jan Mayen-frontinum, sum tey rópa tað.  

 

- Hetta er ivaleyst tí, at føðiviðurskiftini har eru góð, og har er eisini arktiskt reyðæti norðanífrá (calanus hyperboreus), sum er nakað størri og føðsluríkari enn vanliga reyðætið (calanus finmarchicus).

 

Í greiningin eftir felags sildakanningarnar verður víst á, at tann elsta sildin, sum hevur ferðast hesa leiðina oftast, “veit”, hvar best er at fara, og stevnir tí beinleiðis hagar. Yngra "óroynda" sildin tykist koma aftaná, og er í mai ikki komin líka langt í sínari ferðing. 

 

Lagt verður aftrat, at í tíðarskeiðnum 1999-2004 var útbreiðslan í mai tó ein heilt onnur, enn hon er í dag, og sildin stóð nokso nógv longri norðuri. 

 

- Kjakast hevur verið um, hvørt orsøkin til hetta vóru broytingar uttanifrá, eitt nú í umhvørvi og/ ella føðsluviðurskiftum - ella um tað vóru broytingar í sildastovninum, eitt nú í stovnsstødd og/ ella aldurssamanseting í stovninum.

 

Á Havstovuni siga tey, at hóast greiningin ikki neyvt dugir at vísa á nakra ávísa broyting sum viðførdi, at sildin broytti ferðingarmynstur, so verður kortini mett, at talan helst er um broytingar í umhvørvi ella føði, sum vóru orsøk til broytingina í ferðingarmynstrinum.

 

- Tað vóru nevniliga ongar ógvusligar broytingar í stovnsstødd ella aldurssamanseting hesi árini, verður lagt aftrat.

 

Úrslitini frá felags sildakanningunum vórðu kunngjørd beint fyri jól í greinini “Spatial Distribution of Different Age Groups of Herring in Norwegian Sea, May 1996–2020”. Greinin er prentað í tíðarritinum - “Frontiers in Marine Science".

 

Tað eru granskarar á Havstovuni, sum hava staðið á odda í arbeiðnum við hjálp frá norskum og íslendskum granskarum. Meira um greiningina av felags sildakanningunum kann lesast um heimasíðuna - www.hav.fo