Børnini í Vága kommunu sleppa nú í útibarnagarðin í Miðvági longu klokkan 7:15 á morgni.
Nú verður lagaligari hjá teimum vágafólkum, ið skulu møta tíðliga til arbeiðis ella mugu av oynni í hesum somu ørindum.
Á seinasta fundi sínum samtykty bygdaráðið eini umsókn frá leiðaranum í útibarnagarðinum um loyvi at lata barnagarðin fyrri upp enn áður.
Skotið varð upp, at hesin barnagarðurin kann lata upp klokkan 7:15 og aftur klokkan 17:00, við møguleika eisini at lata upp longu klokkan 7:00, um tørvur er á tí.
Og hetta samtykti bygdaráðið eisini, eftir at bæði trivnaðarnevndin og fíggjarnevndin høvdu givið sítt viðmæli til hetta.
Eitt annað mál á sama fundi var ein umsókn um at fáa børnini ansað frá klokkan 7 á morgni, tá tørvur er á tí. Og hetta varð eisini samtykt á sama fundi.
(tilvildarlig mynd)