Magni Arge, samfelagsfrøðingur og master í lóg, skrivar tíðargreinina:
Eg eri ikki bilsin um, at Mette Frederiksen ikki vil standa við sínar orðingar um trý lond í ríkissamstarvi á jøvnum føti og heldur ikki vil orða setningin um virðing fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti.
Danskir politikarar taka ikki hugtakið um sjálvsavgerðarrætt serliga seriøst, so kanska var talan um ein defensivan forsætisráðharra, sum ikki rættiliga visti, hvussu hon skuldi formulera seg i mun til eina greiða útmelding frá føroyingum um staðfesting av føroyskum sjálvsavgerðarrætti og skipan av javnbjóðis samstarvi.
Tá vit hoyra Mette Frederiksen og Lars Løkke siga, at Danmark virðir rættin hjá grønlendingum til sjálvar at taka avgerðir um, hvussu Grønland skal skipa síni viðurskifti í framtíðini, snýr tað seg ikki um grønlendsk áhugamál, men um at at verja territoriala valdið hjá Danmark.
Í aktuellu støðuni brúka tey grønlendskan sjálvsavgerðarrætt sum skjøldur til at verja Danmark móti ágangi úr USA. Tað ber ikki til at kroysta Danmark, siga tey, tí avgerðin um framtíðina hjá Grønlandi liggur í Nuuk. Tað er nógv truplari hjá einum risa at gera seg inn á fámenta upprunafólkið í Grønlandi enn at trýsta eina gamla danska kolonimakt.
Upp á spurningin, um tað so merkir, at Grønland og Føroyar kunnu skipa seg sum suverenar statir, er danska svarið, at tað ber sjálvandi ikki til, tí “det ligger udenfor grundlovens rammer”.
Í altjóða fakligum bókmentum er hendan dupulta støðan lýst sum “double speak” ella tvítala.
Londini taka altjóðarættarliga undir við sjálvsavgerðarrættinum, tá hann fremur egin territorial áhugamál mótvegis øðrum londum, men verja seg við statsrættarligum argumentum, tá tey óttast fyri, at ríkið tódnar innanífrá - eitt nú um Føroyar og Grønland vilja skipa seg sum suveren lond.
Ísland og Slesvík
Danski staturin hevur í meiri enn hundrað ár praktiserað eina milt sagt pragmatiska støðutakan til sjálvsavgerðarrætt.
Danir vildu hava sigursharrarnar frá fyrra heimsbardaga at skipa fyri fólkaatkvøðu í Norðurslesvík um at leggja saman við Danmark. Tá Wilson forseti vitjaði í París í 1919, heilsaði danski ríkisdagurin honum við orðunum:
“...Danmarks Rigsdag byder dem, den store Talsmand for Folkenes Selvbestemmelsesret og Folkenes Forbund, hjertelig velkommen til Europa. Vi haaber, at det maa lykkes at gennemføre Deres ædle Formaal: at skabe lige ret for smaa og for store Nationer og derved danne et sikkert Grundlag for en retfærdig og varig Fred.”
Men danska støðan var veik, um teir stríddust ímóti íslendingum, sum eisini vildu hava sjálvstøðu. Tí valdu danir at semjast við íslendingar um skipa eina personalunión, ein kongsfelagsskap, sum í grundini var ein staðfesting av íslendskum sjálvsavgerðarrætti.
Stjórnin var fyri hørðum ágangi frá Knud Berlin, professara, tí hann helt sáttmálan verða brot á grundlógina. Tá svaraði radikali samráðingarleiðarin Arup: “Vi rejste ikke til Island for at lave noget, der passede ind i Statsrettens Paragraffer, det er Statsretten, der maa lære af Livet.”
Telvingin hjá dønum eydnaðist. Teir fingu vinnandi londini at skipa fyri fólkaatkvøðu í Slesvík í februar 1920, og uppskotið um at flyta undir aftur donsku krúnuna fekk dygga undirtøku í Noðrurslesvík, og soleiðis fingu danir aftur ræði á Suðurjútlandi umvegis prinsippið um sjálvsavgerðarrætt.
Ímóti sjálvsavgerðarrættinum
Stutt aftaná heitti Jóannes Paturson á donsku stjórnina um at taka við í eina fólkaatkvøðu um broytingar í grundlógini, at Føroya løgting skuldi fáa lóggávuvald í málum viðvíkjandi Føroyum. Men danska tingið vrakaði uppskotið frá Jóannesi.
Trý ár seinni staðfesti fyrst Nergaard forsætismálaráðharri og árið eftir eisini Stauning, at danska stjórnin fór ikki at samtykkja nakra broyting, sum flutti Føroyar á sjálvstýrisleið, men vildi halda fast um konservativu kósina, sum afturhaldssinnaði Sambandsflokkurin mælti til.
Her var staðfest ein rein eindarstatslig linja. Føgru orðini um “lige ret for store og smaa nationer” og prinsippið um sjálvsavgerðarrætt var ikki galdandi fyri Føroyar.
Hendan kreddan er galdandi framvegis í dag, tí broytingar framdar á sjálvstýrisleið síðan eru bara komnar eftir tógvið stríð, ella tá ytri umstøður hava kravt tað.
Seinna heimskríggj elvdi til kollveltandi broytingar um allan heim og eisini í Føroyum. Her var onki samband við Danmark, og skipanir við føroyskari luttøku máttu setast í staðin, og soleiðis kom tjóðin Føroyar undan kavi.
Tá kríggið var av, vildu danir hava ræðið á Føroyum aftur, men føroyingar noktaðu at bakka aftur um kríggið. Undir samráðingum millum partarnar staðfesti forsætismálaráðharrin, Knud Kristensen, at vildu føroyingar ikki taka við tilboðnum frá dønum, mátti Danmark lata Føroyar fara.
Tað endaði við fólkaatkvøðuni 14. september, og tá úrslitið lá á borðinum, segði Knud Kristensen við miðlarnar: “Naar der er flertal for løsrivelse, maa vi skilles ad. Det har vi lovet færingerne ... vi maa respektere flertallet for løsrivelse. Der maa nu komme en Forhandling om, hvordan en adskillelse skal foregaa.”
Forsætisráðharrin kom undir hart trýst og slepti endanum – alment tí hann var lagstur sjúkur – og Thorkild Kristensen fíggjarmálaráðharri tók yvir. Hann var ikki samdur við Knud Kristensen, og bakkaði frá øllum givnum lyftum. Undir hansara leiðslu skipaði stjórnin fyri, at løgtingið var sent til hús og fólkaatkvøðan de facto kolldømd.
Sjálvsavgerðarrætturin varð tikin frá føroyingum fyri aðru ferð, hóast bæði stjórn og forsætismálaráðharrin høvdu tikið undir við at skipa fyri fólkaatkvøðuni.
Nakrar fáar mánaðir frammanundan hevði Danmark skrivað undir ST-sáttmálan, sum júst legði dent á sjálvsavgerðarrættin hjá tjóðum, sum ikki ráddu sær sjálvum.
Føroyska samráðingarnevndin og Føroya løgting vórðu ongantíð kunnað um innihaldið í sáttmálanum, sum Danmark hevði bundið seg til. Tvørturímóti varð hann tagdur burtur.
Forrokna seg kanska
Seinni í tíðini eru fleiri dømi um, at Danmark tekur undir við altjóðarættarligum reglum um sjálvsavgerðarrætt, tá tað hóskar til áhugamálini, men í øðrum førum noktar fyri, at hann hevur nakran týdning, m.a. tá tað snýr seg um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.
So tað, vit uppliva í løtuni, er sama tvítala, sum fyrr hevur verið á skránni, men hesaferð eru Føroyar og føroyingar betur fyri enn nakrantíð búskaparliga, fakliga og í samanhaldi.
Lars Løkke hevur ongantíð tikið undir við broytingum, sum liggja uttan fyri “grundlovens rammer”, tí hann umboðar gomlu kredduna í donskum kolonipolitikki mótvegis londunum í útnorðri.
Mette Frederiksen hevur í løtum orðað seg lagaligari og meira pragmatiskt, men tað er alt, sum bendir á, at tann pragmatiska støðan kann bara bera á mál, tá Danmark er undir trýsti.
Tað kann vera trýst frá USA, og tað kann vera trýst frá samdum føroyingum, men úr Grønlandi dragnaði trýstið, tá Jens Frederik Nielsen kom á vøllin. Kanska er tað grundin til, at Mette Frederiksen hevur hug at drála og vita, um tað ikki einaferð enn loysir seg at bíða, til ein nýggjur kjansur kemur at seta kílar ímillum føroyingar.
Vónandi forrokna bæði hon og Lars Løkke seg hesaferð við taktisku snildunum um drál og spjaðing. Tí sjálvt um tíðindafundurin var tannleysur, so tykist tað sum, at føroyski samráðingarparturin hevur givið donsku stjórnini greið boð um, at nú skulu broytingar gerast, sum røkka út um donsku grundlógina og staðfesta føroyskan sjálvsavgerðarrætt.