Tíðin búgvin til eina marina í Runavík

Tað skrivar Jonhard Danielsen, býráðslimur í Runavík, á facebook síðu sínari.

Tað skrivar Jonhard Danielsen, býráðslimur í Runavík, á facebook síðu sínari.

 

Alt røkist fyri, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur í nærmastu framtíð og eiga vit at vísa í verki, at vit sum kommuna vilja gera okkara til at útbyggja og vera klár at taka ímóti framtíðar avbjóðingum og vísa veg við at skapa trivnað fyri tey, sum vilja búgva í kommununi.

 

Sjómansheimið hevur fingið nýggjar eigarar, sum hava ætlan um at dríva gistingarhús aftur í býnum. Ein vælskipaður strandkantur kann vera ein partur av umhvørvinum. Vágsbotnur kann vera fyrimyndin her við eini flottari marina og tí virksemi sum harav stendst. Sama er galdandi fyri Nyhavnina í Keypmannahavn, Sakaris bryggen í Bergen og Skagen. Allir eru tað býir, ið hava skipað atløgupláss við blómandi ferðafólkalívi.

 

Eitt hanagleiv frá havnalagnum hava vit eitt ríkt handilslív, sum vónandi kann mennast upp aftur meira, um marina verður gjørd. Løkshøll er eitt av landsins flottastu mentanarhúsum og harafturat hava vit eitt vælútbygt ítróttarøki.

 

Marinain liggur væl frá skaparans hond; á økinum kundi verið sølutorg, har fiskur, nátar og annað kundi verið selt, eitt kaffihús kundi verið gjørt út á flesina. Kommunan húsar størstu alifyritøku í landanum og hevur harumframt feskfiskahandlar. Vónandi kann onkur lata eina sushi-barr ella fiskarestaurant upp á økinum.

 

Bátaeigarar kunnu í dag bara keypa auto-diesel á keikantinum í Havn og í Klaksvík. Tá marina er gjørd, hevði hetta allarhelst verið ein náttúrligur partur í Runavík eisini.

 

Og so sjálvandi skuldi vit havt annað sum er ein náttúrligur partur av økinum, so sum alment wc, spælipláss, ruskbingjur, vælkomin-skeltir við upplýsingum og os víðari, skrivar Jonhard Danielsen, býráðslimur í Runavíkar býráð.