Tíðindafundur um koronustøðuna í morgin kl. 10.00

Í gjár vóru 727 nýggir tilburðir staðfestir.

Løgmansskrivstovan boðar frá, at í morgin, fríggjamorgunin 21. Januar kl. 10.00, verður tíðindafundur um koronustøðuna. Tíðindafundurin verður hildin í Kringvarpi Føroya.

 

Smittutølini eru høg í løtuni.

 

Í gjár vóru 727 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

5163 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 3716 smittað, fimm eru innløgd, harav ein vegna korona, og fýra eru innløgd av aðrari orsøk.