Tig ella sig einki

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Øll tosa um veðrið. Men eingin fær broytt veðrið. Eingin fær gjørt annað enn at tosa um tað. Hvussu keðiligt tað er, hvussu vánaligt tað var, og hvussu syndarligt tað verður.

Ein danskari, sum fæst við at gera filmar, Lars von Trier eitur hann, tosar ongantíð um veðrið. Tað er niðan fyri hansara tign, langt undir.

Lars von Trier dugir ikki at gera filmar, sum eru verdir at síggja (við einum undantak tó, “Idioterne”). Tí tosar hann svart um okkurt býtt fyri at fáa tey, sum tíma at lurta, og tey eru nógv, at hugsa um alt annað enn filmarnar, hann kemur við.

Hesa ferð tosaði tann góði von Trier um nasismu, jødar og Hitler. Segði seg skilja Hitler. Og tá hann at enda ikki rættiliga megnaði at vevja seg burtur úr aftur tí vavstri, hann sjálvur byrjaði, endaði hann orðabraskið við hesum braski: “gamaní, eg eri nasistur.”

Sloppið var, helt hann. Hetta var hóast alt bara grovt skemt, segði hann. Dagin eftir varð hann biðin um at fara úr Cannes, farvæl og takk fyri hesuferð. So vónaðu tey, sum sita honum nær, at hann onga virðisløn fekk á filmshátíðini, tí so noyddist hann at koyra alla leiðina suður aftur úr Danmark. Hann torir ikki at flúgva.

Hann fekk ikki gullpálman. Tað gjørdi ein amerikanari, sum ongantíð hevur sagt nakað alment, ongantíð tosar við fjølmiðlar og noktar at lata seg avmynda. Tøgn er gull.

Hvussu var annars við talufrælsinum hjá von Trier? Jú, tað er, sum alt annað, relativt. Um tað so er deyðin, ja, er hann relativur, tí nógv vænta sær eitt annað, betri sjálvandi, lív eftir deyðan. Vit hini staðfesta bara, javell, ókey, hatta var so tað.

Um hvat tosa føroyingar meira enn um sjúkur og sjúk fólk? Tøgn í fimm minuttir. Nei, ikki um veðrið. Jú, um deyðan og deyð fólk.

Og í álvarsomu og sakligu tíðindagreiningini Deadline í DR2 var hetta við danska nasistinum í Cannes sjálvandi eitt stórmál. Har tosaðu tey um, at von Trier er vanur at “tage gas på folk.” Eisini tá hann tosaði um Hitler. Tað var sjálvandi sagt í fullum álvara. Tey loftaðu ikki stuttligu orðingini. Í Deadline skemta tey ikki.

Tað gera vit heldur her.

So sjálvandi líkist tað ongum at skilja Hitler, líkasum bera yvir við honum. Von Trier bað eisini um umbering aftaná. Vingliskøltur innast inni.

Tað er í lagi at skilja Obama, Nixon, Truman, ja, allar amerikanskar forsetar. Krígsgreðingar allir við nógvum manna-, kvinnu- og barnalívum á samvitskuni. Men tað er ikki tað sama, tað er nakað heilt annað. Teir eru í okkara parti, teir eru the good guys.

Nei, sum hann segði: tað ræður um at brúka kjaft, meðan ein er á lívi, tí tá ein er deyður, kann ein risikera tað at koma at liggja við síðuna av einum, sum einki sigur.

Tað er eisini sjálvsagt, at tey, sum fólk vilja hoyra, brúka kjaft.

Tíverri eru tey verri enn so altíð verd at lurta eftir.

Annars er tað sera heppið, at øll ikki tosa líka nógv, tí so noyddust fleiri at tosa í senn. Tað eru framvegis bara 60 minuttir í einum tíma. Til dømis tosa fleiri í senn á óskipaðum fundum, tíbetur, tí annars vardi fundurin fýra tímar í staðin fyri tveir.

Í slíkum støðum ræður um at tosa hart og skjótt og ikki anda millum orðini fyri ikki at missa orðið, sum hon ongantíð fekk, men tók mitt í einum orði hjá øðrum. Sum í fuglabergi.

Sum tað stóð á GaJol pakkanum: sig okkurt skilagott ella halt gák. Tíverri lurtar eingin eftir GaJol.

Og

Rúsan slapp ikki í SMS. Men SMS sleppur nú í Rúsuna.