Tigandi uppreistur á Sandi

Í gjár kom fram, at fýra bygdaráðslimir á Sandi vilja hava Páll á Reynatúgvu, borgarstjóra, frá. Men nú valdar tøgn. Ongin av pørtunum vil upplýsa, hvat málið snýr seg um

Fyri tíð síðan vildi Sands kommuna lata soleiðis upp, at Páll á Reynatúgvu skuldi arbeiða fulla tíð sum borgarstjóri. Hetta varð seinni slept og nú vil meiriluti í bygdaráðnum hava borgarstjóran at leggja frá sær.

Hetta seinasta skrivaði Vágaportalurin í gjár, tá hann upplýsti, at fýra av sjey bygdaráðslimum á Sandi hava sent skriv til borgarstjóran, at leggur hann ikki frá sær, so verður hann tikin av ræði.

Tað er so tepur meiriluti í bygdaráðnum á Sandi, at bert ein skal hoppa av, fyri at borgarstjórin skal missa meirilutan.

Tá tað eru fýra, sum hava skrivað undir, so merkir tað, at ein av limunum í samgonguni ikki longur hevur álit á Pálli á Reynatúgvu. Talan er um Brand Sandoy, sum saman við Poul Klementsen, Eðvari Petersen og Fríða Nolsøe hevur skrivað undir.

Páll á Reynatúgvu vil ikki gera viðmerkingar til málið, fyrr enn hin parturin leggur kortini á borðið.


Ein politiskur trupulleiki

Brandur Sandoy, sum er farin í parti við andstøðuni tók ikki telefonina í morgun, og heldur ikki Fríði Nolsøe, Eyðvarur Petersen ella Poul Klementsen vilja upplýsa nakað, men málið kann tykjast álvarsligt.

- Eg havi onga viðmerking beint nú. Eg veit ikki nær nakað kann sigast, sigur Fríði Nolsøe, sum heldur ikki vil upplýsa, hví hann ikki vil viðmerkja.

Poul Klementsen er heldur ikki tíðindafróður, men sigur tó eitt sindur meira.

- Tú ert vælkomin at ringja um eitt og annað, men hatta fært tú meg ikki at úttala meg um. Tí málið kann gerast keðiligari, um orð verða søgd. Vit lata málið sodna á røttum stað, og vóna at ikki meiri ballada enn neyðugt verður, sigur Poul Klementsen.

- Vit mugu diskutera tað aftur, hvussu vit gera. Eg veit ikki, um Páll vil leggja frá sær og eg havi onki hoyrt frá honum, sigur Eyðvarur Petersen.

Hann slær fast, at talan er um ein politiskan spurning og at tað ikki er nakað persónligt.

Spurdur um trupulleikin við borgarstjóranum hevur nakað við tunga raksturin av kommuni at gera, svarar Eyðvarur Petersen, hvørki ja ella nei.

- Øll mangla pengar í dag, sigur hann.