Á síðsta degnum megnaði Woods eisini at halda leiðsluna, og sjálvt um Woody Austin og Ernie Els gjørdi sítt til fyri at fáa Tiger Woods aftur, so bar hetta ikki til. Sostatt tryggjaði Tiger Woods sær 13. sigurin í eini Major-kapping í lívinum, og hann staðfestir har við, at hann er tann sterkasti golfspælarin í heiminum.