Tíggju føroyskir ungdómsvenjarir hava siðani mánadagin verið í Finnlandi, har teir hava verið á venjaraskeið. Teir hava millum annað upplivað, hvussu fremstu ungdómsspælararnir í Finnlandi venja og liva.
UEFA skipar fyri einum Study Group Elite túri á hvørjum ári, har teir bjóða venjarum úr ymsum londum, at síggja hvussu fótbóltsmentanin er í øðrum londum. Í ár hevur Finnland verið vertir, og alt hevur gingið fram í Hyppia academy, sum er uppkallað eftir fyrrverandi verjukempuni hjá Liverpool, Sami Hyypia.
Tey hava sæð U20 landsliðini hjá Finnlandi og Svøríki spælt dyst. Svøríki vann 2-1. Venjarin hjá U20 landsliðinum hjá Svøríki hevur havt ein fund fyri teimum, har hann lýsti hvussu fótbóltsmentanin er í Svøríki.
Fótbóltsvenjarar, uttan dyst, tað gongur ikki. Tey tíggju føroysku umboðini spældu dyst móti russisku venjarunum. Dysturin endaði við einum teprum 5-3 tapi til føroyingar. Málskorarnir hjá føroyingum vóru: Jón Pauli Olsen við tveimum málum, og Símun Eliasen við einum.
– Vit taptu, men vit arga teir við, at U21 landsliðið hjá okkum vunnu á teimum, sigur Trygvi Mortensen, ein av føroysku venjarunum, skemtandi við in.fo.
Tey tíggju sum vóru í Finnlandi eru: Bill Jacobsen, Frankie Jensen, Trygvi Mortensen, Jón Pauli Olsen, Janus Rasmussen, Bjarni Arnason, Dan Brímsvík, Egil Olsen, Doris Í Garði Olafsdóttir og Símun Eliasen.