Fýra smærri býir í Kharkiv-økinum og í ein landsynning úr Kharkiv vórðu í gjár raktir av russiskum álopum.
Guvernørurin í økinum, Oleh Synegubov, skrivar á Telegram í dag, at tilsamans tíggju sivilfólk lótu lív í álopunum, harav eitt barn.
Kharkiv liggur í landnyrðingspartinum av landinum, nær markinum til Russlands, og er næst størsti býur í Ukraina.
Sambært ukrainskum fregnartænastukeldum, sum tíðindastovan NTB endurgevur, fyrireikar Russland seg til nýggj álop á býin.