Tignarlig vígsla av nýggja skúlanum

Klaksvík: Sannur hátíðardámur var í Skúlanum við Ósánna leygardagin 5. november 2011, tá ið Jógvan Fríðriksson, Biskupur Føroya, vígdi nýggja skúlan, sum nú er liðugt bygdur.

Móttøkan og hátíðarløtan leygardagin klokkan 14, sum Jórun Høgnesen, lærari, stjórnaði, var sera fjølbroytt og tignarlig, og nógv fólk møttu.

Umframt felagssang, har Alex Sólstein, fyrrverandi skúlastjóri, hevði fylgispælið, fevndi skráin um fleiri ymiskar sangframførslur. Fyrst sungu ymsir yngri skúlaflokkar undir leiðslu av Karl Martin Samuelsen, sanglærara, síðani sang ein kvinnukvartett, mannað av lærarum.

At enda sang kórið “17 Sangarar” tríggjar sangir, har tann eini var ein nýggjur sangur, sum Árni Jacobsen hevur yrkt til Skúlan við Ósánna.

Áðrenn Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskupur, vígdi nýggja Skúlan við Ósánna, vórðu nakrar røður hildnar av umboðum fyri lokalu myndugleikarnar og fyri Mentamálaráðið.

Røðararnir vóru Jógvan Skorheim, mentanarnevndarformaður, Gunvá við Keldu, borgarstjóri, Símun Petur Hjelm, skúlastjóri, Símun Gullaksen, skúlastýrisformaður, og Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, vegna Mentamálaráðið.

Síðani kom hæddarpunktið í hátíðarhaldinum, har Føroya Biskupur, fyrst segði nøkur orð um ástøði føroyska fólkaskúlans og hugleiddi um týdningin av hesum. Síðani vígdi hann nýggja Skúlan við Ósánna til nýtslu í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.

Hátíðarløtan endaði við, at mannamúgvan reistist og sang tjóðsangin, og so varð bjóðað inn til at síggja nýggja, snotuliga skúlan og til ábit.