Tignin og álitið mugu endurskapast

Í nýggjari tíð tykist tað vera søga, at løgtingsval er fjórða hvørt ár. Hetta valskeiðið er ikki tvey ára gamalt. Næstsíðsta skeiðið vardi í samfull fýra ár, meðan tey frammanundan ikki hava verið so long

Politikkurin í níti árunum hevur verið eyðkendur av misáliti. Eftir kreppuna fyrrapartin av tíggju ára skeiðnum var tað ikki so merkiligt, tí tá var so mangt, sum tað ikki hevði verið. Men tað er ein óskikkur, tá ið samfelagsgongdin annars er, sum tað kann roknast við, at hvør dagur skal vera merktur av tí óvæntaða, og at samgongufelagar ikki skulu hava álit hvør á øðrum.

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, segði í útvarpinum fyrrapartin í gjár, at hann helt tað, sum hevur gingið fyri seg, vera so mikið lítið virðiligt, at eftir hansara meting hevði øll tann politiska skipanin spælt falitt. Íroknað pressan, legði hann afturat.

Vit eiga øll at taka í egnan barm og rannsaka okkara lut í skipanini. Tað er sunt, og tað eiga vit altíð at gera.

Valstríðið er longu byrjað. Tað hoyrdu vit á viðmerkingunum í Løgtinginum í gjár. Okkara áheitan skal vera, at tað nú fer at snúgva seg meiri um politikk og minni um persónar. Vit vita væl, at tað ber illa til at loysa persónarnar frá politikkinum, tí tað eru politikarnir og politisku flokkarnir, sum mynda politikkin.

Men tað má halda uppat, sum vit seinastu tíðina hava verið vitni til. Henda samgongan hevur hingið saman, síðani valið 30. apríl í 2002. Tað hevur verið meiri ein spurningur um at varðveita taburettirnar og at halda øðrum frá taburettunum, enn tað hevur verið ein spurningur um at føra politikk. Tað var fullkomuliga skeivt frá fyrsta degi, og skilið hevur verið har eftir.

Um vit sammeta við ítróttin, so hevur tað verið soleiðis, at bólturin hevur verið uttanfyri vøllin, og meðan tað hevur verið bíðað eftir innkasti ella málsparki og hornasparki, so hava spælararnir sparkað og sligið hvønn annan og rópt og spýtt eftir hvørjum øðrum. Hetta ber ikki til.

Veljarin eigur at rokna við og krevja, at politisku flokkarnir greitt melda út, hvat teirra ætlanir eru. Tað eigur at vera miðjað eftir einari samgongu, sum hevur breiðan meiriluta aftanfyri seg. Politiska skipanin og samfelagið alt sum tað er, hevur brúk fyri konsensus. Vinnan, mentanin, kommunurnar, vælferðarskipanin og you name it skulu vita, hvat gongur fyri seg og havt tey kunnu rokna við.

Politisku flokkarnir, einstøku politikararnir, pressan og vit øll hava eina stóra ábyrgd fyri hesum samfelagnum, nú tað verður farið undir valstríðið. Løgmaður skal hava tøkk fyri, at hann tók stigið til at reinsa politisku luftina. Tað var einki annað at gera. Uttan mun til hvør orsøkin var til tess. Nú mugu vit so vóna, at politiska luftin verður reinsað. Annars eru vit líka vítt sum sítt. Latið okkum seta skjøtil á eina nýggja byrjan/tíð í føroyskum politikki, har virðingin og konsensus standa ovast á breddanum.