Tikið hægri útbúgving um alnótina

Tað var ein bæði stórfingin og hátíðarlig løta, tá 17 føroyingar leygardagin fingu prógv handað fyri at hava tikið fjarlesnað frá Robert Gordon University í Aberdeen, í stástiliga glasbygninginum hjá Føroya Tele.

Prógvahandan
Jan Müller

Leygardagin fingu 17 næmingar , ið hava lisið sær til eina hægri útbúgving um alnótina á lærda læristovninum í Aberdeen, Robert Gordon University, prógv handað. Hetta fór fram í snotuligu hølunum hjá Føroya Tele. Nógv varð gjørt burtur úr hesum fyrsta tiltakinum av sínum slag. Umboð fyri skúlan vórðu komin úr Skotlandi, har vóru umboð fyri Føroya Handilsskúla, landsstýrismaðurin í vinnumálum og familjurnar hjá kandidatunum.

Alt gekk fyri seg sum hevði tað verið ein prógvahandan í Aberdeen, har næmingar fáa kappa og húgvu saman við prógvinum. Alt gekk uppá stás, eftir skotsku reglunum og siðum, og haraftrat sett okkara frægi tónlistamaður, Johannes Andreassen sín serstaka dám á hátíðarhaldið við sínum frálíka klaverspæli.

Tað var annars í mars 2002, at fyrsti flokurin av føroyskum lesandi byrjaði á "MSc in Management" útbúgvingini á The Robert Gordon University í Aberdeen í Skotlandi. Útbúgvingin varð bjóðað teimum lesandi sum fjarlestur við samskifti við skotsku lærararnar um internetið. Hetta varð gjørt í samstarvi við Føroya Handilsskúla íHavn, sum hevur verið veitari av ymsum tænastum í sambandi við lesturin og hevur verið eitt nú "formdlari" millum tey lesandi og skotska lærustovnin. Tað eru so oljufeløgini BP og Shell, sum hava fíggjað verkætlanina av pengunum til førleikamenning.

Tá skjøtil varð settur undir verkætlanini fyri nøkrum árum síðani meldaðu 21 næmingar seg til útbúgvingina. 17 av teimum hava so hildið fram til henda dag. Á samkomuni leygardagin fingu 10 av teimum handað MSc prógv og 7 PG Dip, sum stendur fyri Post Graduate Diploma. Tey sjey fara øll at fullføra útbúgvingina MSc in Management, men tørva nakað av tíð aftrat fyri at gera seg liðug. Teir verða so lidnir til næsta próvtøkuskeið 19. apríl næsta ár.

Fleiri røður vórðu hildnar undir hátíðarhaldinum og fara vit í "VINNUsíðunum" í mikudagsblaðnum at tríva í nakrar teirra.