Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið. Tað einasta, sum vakthavandi hevði til fjølmiðlarnar í morgun var, løgreglan hevur tikið nummarpláturnar av 9 bilum í Eysturoy og í Norðoyggjum.
Tað verður gjørt eftir áheitan frá Akstovuni, tí at bileigararnir annaðhvørt ikki hava rindað vegskat ella trygging, ella at bilurin ikki er møttur til sýn.