Ein pendlari á Fjóni í Danmark hevur víst heldur margháttligan atburð í sambandi við ferðing við toki á Fjóni og Sælandi.
Eftirlitsfólk hava innan tvey ár tikin mannin 114 ferðir í toki, uttan at hann hevði gylduga bilett at vísa.
Jyllands-Posturin skrivar, at maðurin nú hevur fingið dóm. Maðurin játtaði seg sekan, og niðurstøðan er, at hann skal gjalda 90.000 krónur í bót og skal 30 dagar í fongsul.