Tikin á bóli

Alex Cornelissen hevði neyvan væntað at fáa eina stevning eftir fundin í Fólkatinginum í gjár

Eftir fundin í Føroyanevndini í Fólkatinginum í gjár handaði løgreglan Alex Cornelissen, stjóra í Sea Shepherd, eina stevning við boðum um at møta í Føroya rætti í januar mánað.

- Vit nýttu høvi, tá hann var kunngjørdur sum luttakari á fundinum, at handað honum stevningina. Nú, tá vit vistu, at hann fór at vera til staðar, var hetta ein betri loysn, enn at skula fara at leita eftir honum og møguliga fáa útlendsk løgreglulið at hjálpa okkum, sigur Martin Gravesen, varapolitimeistari. 

 

- Hetta er vanlig mannagongd, einasta øðrvísi er, at hann er ein útlendskur statsborgari, sum var á vitjan í Danmark í løtuni. Hann var allarhelst tikin á bóli, eg trúgvi ikki, hann hevði væntað, at hetta fór at henda, sigur Martin Gravesen.

 

Rættarfundurin, sum Alex Cornelissen er stevndur til, verður í Føroya rætti í januar. 

- Hetta eru sakarmál frá herferðini hjá Sea Shepherd í Føroyum í summar. Eins og vanligt í revsimálum, skal ákærdi fáa boð um rættarfundin og tað er tað, vit syrgdu fyri í gjár, sigur Martin Gravesen.