Tikin á bóli hvønn dag

Suni Vinther, formaður í reyða krossi Føroya, sigur seg vera tiknan á bóli, av tí stóru hjálpini, sum føroyingar vilja veita Asia. ? Tað hendir so nógv, at eg satt at siga ikki veit við vissu alt sum fer at henda, sigur hann

? Eg skal siga tær tað, at her hevur gingið so nógv fyri seg hesar seinastu dagarnar, at eg eri ikki heilt fullgreiður um, júst hvørjar ætlanir eru í løtuni, sigur suni Vinther, tá vit ringja til hann tíðliga mikumorgunin.
? Tað eru so nógv fólk við í hjálpararbeiðnum, sum taka sær ábyrgdina av at samskipa ymsik tiltøk, at eg veit tey ikki øll í høvdinum beint í løtuni.

Bússuinnsavnan
Eitt er tó, sum heilt víst er komið undir land, og tað er landsumfatandi bússuinnsavnanin, sum verður sunnudagin.
? Sunnudagin frá kl 15, verður roynt at farið í hvørt hús í landinum við reyða kross bússum. Postboðini koma nokk at vera høvuðssamskiparar, við góðari hjálp frá skótahjálpini, fólkaskúlunum, fólki frá reyða krossi og ísf, greiðir Suni Vinther frá.
Hann veit at siga, at bússurnar verða koyrdar út á økini í kvøld, og at tað av øllum alvi fer at verða roynt at banka á hvørjar dyr í landinum.

Yvir 400.000 innkomnar via tlf.
? Eg má siga, at eg eri yvirraskaður av stóra hjálpseminum allan dagin ígjøgnum. Bæði av privatfólki og stovnum, sum ynskja at hjálpa, sigur Suni.
Hann greiðir frá, at á skrivstovuni hjá Reyða Krossi, stendur ein bússa, sum fólk kunnu lata eitt oyra í, tá tey koma inn á gólvið.
? Tá eg tømdi hana í gjár, vóru yvir 7000 kr. latnar í bússuna. Fólk, sum koma inn á gólvið hava verið røsk at hjálpa, og vit hava eisini møtt fólki á gøtuni, sum hava givið okkum eitt oyra at lata í bússuna. Tá eg fór til hús í gjárkvøldið, var longu fitt av peningi komin í aftur bússuna, greiðir Suni Vinter frá.
Hann sigur eisini, at telefoninnsavnanin hevur givið úrslit. Longu nú eru innkomar yvir 400.000 kr.
Bowlinghøllin lat týskvøldið ein kekk áljóðadi 15.000 kr, tí teir eitt kvøldið lótu alt yvirskot til Reyða Kross. Tann tráðin hava fleiri matstovur nú tikið upp, og kunngera við matskráum, har alt yvirskotið fer til Asia.
? Sunnudagin verður tó størsta og landsumfatandi átakið. Út? og sjónavarpið fara at senda í sambandi við innsavnanina, bankarnir fara at hava opið, tónleikarar fara at spæla fyri einki, og talan hevur eisini verið um eina uppboðssølu. Og øll hava boðað frá, at tey arbeiða fyri einki, so hetta er fantastiskt, staðfestir Suni.
Hann sigur tó, at endaliga skráin allarhelst ikki verður klár, fyrr enn út ímóti vikuskiftinum.