Tikin á bóli við føðingardegi og bókaútgávu

Sunnudagin 27. februar fylti Eyðun Andreassen professari við Fróðskaparsetur Føroya 60 ár. Í hesum sambandi var hátíðarhald á Fróðskaparsetrinum og heiðursritið "Eyðvinur" kom út hendan dagin

Umleið 100 fólk vóru savnaði á móðurmmálsdeildini á Fróðskaparsetrinum til føðingardagin hjá Eyðuni Andreassen.

Eyðun sjálvur visti av ongum, hvørki um føðingardagshaldið ella um bókina, sum var gjørd honum til heiðurs.

Malan Marnersdóttir frá Fróðskaparsetrinum helt røðu fyri føðingardagsbarninum. Hon ynskti Eyðuni hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum, og helt at tað er eingin aldur nú á døgum. Tey vænta sær nógv frá honum aftur at øllum tí, sum hann longu hevur givið.

Síðan greiddi Malan frá um heiðursritið "Eyðvinur", sum hon hevði givið út saman við Jens Cramer, lektara á Århus Universitet, og Anfinni Johansen málfrøðingi á Fróðskaparsetrinum:

"Heiðursritið er her og eitur "Eyðvinur", og endamálið við tí er at gera vart við, at tú hevur veitt eitt týðandi íkast í hugvísindaligu granskingina bæði her á landi og uttanlands.
Í fjør um hesa tíðina heittu vit á starvsfelagar og vinir burturi og heima um at heiðra teg á seksti ára degi tínum tann 27. februar 2005. Inn komu 28 greinir og ein teirra, greinin hjá Anfinni Johansen, hevur givið bókini navnið: Eyðvinur - dýrabarur vinur. Við tí vilja vit gera vart við, at navn og maður hóska saman. Tú hevur uppfunnið hugtakið fólksligt almenni í doktararitgerðini við sama heiti, og tú ert kvæðagranskari og heitur talsmaður fyri dansin. Tú ert fólkaminnisfrøðingur, mentafrøðingur og fjølmiðlafrøðingur.

Tú komst higar á Føroyamálsdeildina í 1988 og hevur virkað her sum lærari og granskari í skaldskapi av manna munni. Tað hevur sum flestøllum kunnugt givið gott avkast".

"Illa ber til at fáa eitt heiðursrit sum hetta til vegar uttan holla hjálp og tað í trúnaði. Umframt starvsfeløgum á Føroyamálsdeildini vil ritstjórnin fegin takka konu tíni, Astri Luihn. Uttan hennara hjálp og ráðlegging høvdu vit ikki kunnað skipað fyri haldinum í dag. Vit takka høvundunum fyri stak gott samstarv", segði Malan m.a. í røðu síni.

Eyðun helt eisini røðu, har hann m.a. greiddi nærri frá myndini á bakpermuni á bókini. Ein góð og skemtilig søga.