Tikin fyri at koyra alt ov skjótt

Yvirhøvur hevur løgreglan havt tað friðarligt

Yvirhøvur hevur tað verið friðarligt hjá løgregluni ígjár og í nátt. Í gjár var ein maður, sum kom við flogfari, tikin í tollinum í Vágum og tollararnir funnu fimm gramm av hassji uppi á honum. Tað er ein nøgd, sum er so lítil, at tað verður mett at vera til egna nýtslu, so tað verður avgreitt við eini bót.

 

Men í nátt tók løgreglan eisini ein bilførarar fyri at koyra ov skjótt á landsvegnum ígjøgnun Hósvík. Har er loyvt at koyra 80, men hesin bilførarin koyrdi alt ov skjótt, tí hann koyrdi 127 kilometrar um tíman. Sostatt fær hann 2.500 krónur í bót. Men harafturat missur hann koyrikortið treytað og tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað heilt.