Tikin fyri harðskap og svevur í brummuni

Løgreglan hevur ein mann sovandi í brummuni, sum varð tikin fyri harðskap í gjárkvøldið

Boð vóru eftir løgregluni til eitt skeinkistað í Havn um hálvgum ellivutíðina í gjárkvøldið. Tað var ein maður, sum hevði verið harðligur ímóti starvsfólki.

Tað endaði við, at hann varð handtikin og settur í brummuna – og har er hann enn, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Hann er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og fær bót fyri tað. Og tað verður tann størra bótin, sigur vaktleiðarin, og hon er upp á 3.000 krónur.

Hóast stórt tónleikatiltak var í Havn í gjárkvødlið og í nátt, Okkara Land, so gav tað ikki løgreglun eyka arbeiði.

 

Heldur er nakað frætt um nakað mál á Tvøroyri í sambandi við jóansøkuna, sgur vaktleiðarin á politistøðini.