Tikin fyri mongd av narkotika

Tað var óvanliga strangt í Føroya Rætti nú seinnapartin, tá ein ungur maður var framstillaður í grundlógaravhoyri.

Tað var óvanliga strangt í Føroya Rætti nú seinnapartin, tá ein ungur maður var framstillaður í grundlógaravhoyri.

 

Ákærin kravdi hurðarnar lætnar aftur longu undan, at skuldsetingin var lisin upp, og tað er rættiliga óvanligt.

 

Ákærin grundgav fyri afturlatingini, at tala var um eina slíka mongd av narkotika, at talan heilt víst var um víðari sølu í Danmark, Føroyum og einum triðja landi, sum kanska kann vera Ísland.

 

Ákærin vildi ikki upplýsa meira um mongdina av narkotika, annað enn at hon var stór.

 

Hann kravdi dupult afturlætnar hurðar, og hesum gekk dómarin við til. Verjin segði seg vera ímóti afturlætnum hurðum, tí at talan var um eina játtanarsak, men dómarin gav ákæranum viðhald.

 

Tískil ber ikki til at siga nakað um, nær og hvar ungi maðurin var handtikin, ella hvussu nógv av narkotika, tala er um.