Tikin við hassji uppi ár sær

Vágamaður, sum var tikin fyri innbrot, hevði hassj uppi á sær

Løgreglan í Vágum handtók sunnudagin seinnapartin ein gamlan kenning hjá sær, og hesin maðurin var í gjár førdur til Havnar, har løgreglan á rættarfundi fór at krevja hann fonglsaðan.

Tað var leiðarin av Keypsamtøkuni í Vágum, sum kom fram á mannin, tá hann á alljósum degi hevði brotið inn í Keypsamtøkuna og stolið 10 kartongir av sigarettum.

Løgreglan varð boðsend, og hon kom síðani fram á, at maðurin hevði 3 til 4 gram av hassji uppi á sær.

Løgreglan í Vágum sigur, at maðurin er ein gamal kenningur hjá løgregluni, og at málið nú er latið kriminalpolitinum í Havn.

Maðurin skuldi fyri á rættarfundi í Føroya rætti seinnapartin í gjár.