Tiknu skipini farin út aftur

Reiðaríini hjá Næraberg, Gadus, Vesturvón og Finni Fríða skundaðu sær í gjár at veita trygdina, so skipini kundu fara aftur á makrelveiðu. Men mannagongdina hjá Fiskiveiðieftirlitinum er skiparin Arne Hansen alt annað enn nøgdur við

Reiðaríini hjá teimum fýra skipunum játtaðu beinanvegin, at skipini høvdu verið á stongdari leið, men tey góðtóku ikki bøturnar, og at hald varð lagt á veiðu og reiðskap.
Tí enda málini í rættinum.
Men fyri at kunna loysa noyddust reiðaríini at veita trygd fyri upphæddini, sum ákæruvaldið kravdi tey eftir. Finnur Fríði skuldi gjalda smáar tvær milliónir krónur, og hini skipini nakað undir milliónina hvørt.
Haraftrat verða skipararnir kravdir eftir 200.000 krónum í bót.
Reiðararnir hildu tað vera nóg mikið, at halda varð lagt á reiðskapin, sum brúktur verður til makrelveiðuna, men ákæruvaldið vildi leggja hald á allan reiðskapin umborð, eisini reiðskapin, sum brúktur verður í Barentshavinum og á Íslandsrygginum.

Vána politi
Arne Hansen, sum er skipari á Finni Fríða, heldur lítið um mannagongdina hjá Fiskiveiðieftirlitinum í hesum málinum.
Brimil lá hjá teimum, tá ið teir kastaðu, og í staðin fyri at bíða til teir høvdu gjørt nakað galið, átti Brimil at ávara og gjørt vart við, at teir vóru á veg til at gera nakað ólógligt. Øll kunnu eisini altíð síggja á skip.fo, hvar slík skip eru.
- Tað er vánligt politi, sum liggur og lúrir upp á handan mátan, sigur Arne Hansen.
Hann viðgongur, at skipararnir høvdu lisið ov illa uppá, men tað er menniskjaligt at gera mistak. Beint tá ið teir vórðu tiknir, varð ein kassi stongdur fyri at halda skipini burtur frá sildini, og tað hugsaðu teir meira um.
- Vit góðtaka ikki hasa revsingina, men tað ráddi bara um at koma út aftur, sigur Arne Hansen.