Tikrai leyp á

Ein seks ára gomul genta doyði í einum djóragarði í Kina, tá ein tikari leyp á hana og beit hana í høvdið. Gentan stóð undir liðini á tikaranum, tí hon skuldi avmyndast saman við tikaranum, men starvsfólkini í djóragarðinum halda, at tikarin bleiv ørkymlaður av blitsinum á myndatólinum. Tikarin helt um høvdið á gentuni í næstan ein minutt, áðrenn tað eydnaðist at fáa hann at sleppa, men gentan var deyð, tá hon kom á sjúkrahúsið. Tikarin hevur verið í djóiragarðinum í tvey ár og er fleiri ferðir avmyndaður saman við fólki, men hesaferð fekk tað ein syrgiligan enda.