Páll Poulsen, Rodmundur í Liá og Birgir Andreasen eru farnir at savna inn klæðir og annað til Kosovoalbansk flóttafólk í Albania. Innsavnanin fer fram í Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágum, í Havn og í Suðuroynni.
Fylla trailara
Teir tríggir stigtakararnir miða ímóti at fylla ein trailara, ið tekur eini 20 til 30 tons, fullan av klæðum og øðrum til tey neyðstøddu flóttafólkini í Albania.
Sum skilst, eru tað serliga dýnur og teppir, ið áhugi er fyri at fáa fatur á, men fyrireikararnir siga, at teir eisini fegnir taka ímóti klæðum og brúkslutum. Men tað er sera týdningarmikið, at klæðini eru í góðum standi. Tey skuldu helst vera fjálg, tí flóttafólkini hava einki annað, enn bert tað tey hava uppi á sær.
Fyri at gera tað so lætt sum møguligt at býta klæðini út millum flóttafólkini, heita fyrireikararnir á fólk, um at pakka klæðini í plastposar og skilja innihaldið soleiðis, at klæði til børn eru fyri seg, klæði til menn fyri seg og klæði fyri kvinnur fyri seg. Helst skal eisini merkjast á posarnar, um teir innihalda klæði til menn, kvinnur ella børn. Merikini skulu helst vera skrivaði á enskum máli.
Tó er ikki bert neyðugt at lata klæði, hóast hetta hest er tað mest neyðturviliga. Tað ber envniliga eisini til at lata brúkslutir. Fyrireikararnir siga, at um bert talan er um eina spann ella ein gaffil ella knív, so er hetta kærkomið.
Má ganga skjótt fyri seg
Fyrireikarnir siga, at neyðugt er, at innsavnanin gongur so skjótt sum møguligt fyri seg. Teir skulu nevniliga pakka trailaran mikudagin, og fara teir so avstað við Norrönu hósdagin.
Síðani verður farið upp í eitt týskt fylgi av trailarum, ið koyra til Suðuritalia, har týska fylgið hevur samband við eina samkomu, ið síðani hevur aftur hevur samband við eina samkomu í Albania. Úr Italia verður farið við skipi til Albania, til samkomuna, ið kemur at standa fyri at býta klæðini út millum flóttafólkini.
Upplýst verður, at av teimum 650.000 Kosovoalbanunum, ið flýddir eru, er helmingurin flýddur til Albania, so tørvurin á neyðhjálp til Albania er stórur.
Ber eisini til at lata pening
Fyrireikararnir innsavnanini hava stovnað eina konto, har til ber at lata pening, ið fer óskerdur til flóttafólkini í Albania. Kontoin er í Føroya Sparikassa og kallast Kosovo- Rumenia hjálpin.
Fyri peningin, ið latin verður, verða vitaminin, teppir og matur keypt í Danmark og í Italia.
Kring landið
Innasavnanin verður opin í dag frá klokkan 9 18. Til ber at lata inn klæðir og annað hjá Norðoya Fruktsølu í Klaksvík, Skálafjarðar Málingahandli í Saltangará, Føroya Glugga í Miðvági, Idé Møblum á Hálsi í Havn og hjá Kára Hammer í Vági.