Hetta skulu bileigarar minnast frá í dag

Verða tær ikki hildnar, fær bilførarin bót

Nú er hávetur og tað eru fleiri dagar, har tað er hált. Men í dag, fyrsta desember, kemur ein regla í gildið, sum tað kanska ikki eru allir bilførarar, sum hugsa um. Og tað er, at frá í dag, 1. desember, til 30. apríl, er ikki loyvt at koyra við summardekkum, tá ið tað er hált. Men eru ketur á hjólunum, sum trekkja, er loyvt at koyra við summardekkum. Er talan um fýrahjólstrekkjara, er bara neyðugt at hava ketur á øðrum akslinum.

 

Orsøkin til at tað ikki er heilt forboðið, er tann, at fólk skulu ikki tvingast at seta vetrardekk undir bilin, men at tey kunnu koyra, tá ið tað er tátt. Men verður koyrt við summardekkum tá ið tað er hált, fær bilførarin bót.

 

Annars skulu vetrardekk verða merkt við

 

1)   M+S,

 

2)   MS,

 

3)   M&S,

 

4)   M-S, 

 

5)   Mud and Snow

 

Tey hava eisini eina mynd av eini kavaflykru og einum fjallatindi. Frá 1. desember til 30. apríl, skal mynstrið á dekkunum, sum eru undir bilinum, vera minst tríggjar millimetrar, men um summarið kann tað vera 1,6 millimetrar.