Henry Jarnskor
Víst verða á tørvin á barnagørðum og ellisheimum um alt landið, og sjálvandi eru øll samd um, at tørvurin er stórur. Tað er bara so, at stovnar hava lyndi til at verða miðsavnandi, og tí verða persónar at flytast úr heimliga umhvørvinum. Bygdin er fyri einum missi og trivnaðurin hjá viðkomandi er ikki hin sami.
Nærumhvørvið eigur at raðfestast so ovaliga sum gjørligt.
Sjálvandi skula børnini ansast, men hví í einum garði í staðin fyri í einum heimi? Dagrøktarmammurnar eiga eina stóra tøkk uppiborna. Tær gera eitt gott arbeiði og eru góðar við børnini. Hvat hevur meira at týða: pedagogikkurin ella kærleiki? Eg eri ikki í iva, og tí haldi eg, at vit eiga at víðka um dagrøktina. Sjálvandi er tað okkara skylda, at taka okkum av teimun gomlu, men vit eiga at virða teirra ynski um, at verða verandi heima so leingi sum gjørligt. Tí eiga vit at streingja á, at heimahjálpin verður betrað og økt, og tilboð um neyðuppkall til døgnvakt gerst veruleiki hjá øllum, ið hava hendan tørv. Her er eisini ein tøkk uppá sítt pláss, og hon er ikki minni enn hin fyrra, tí heimarøktirnar hava eitt ofta stravið og ótakksamt arbeiði. Vit eiga at geva teimun tær sømdir og umstøður, ið tær hava uppiborna til frama fyri teimun gomlu og óhjálpnu. Føst reglulig læknaviðtala eigur at verað so nær brúkaranum sum gjørligt. Tað er tildømis eingin meining í at fólk av Selatrað noyðist at koyra heilt til Strendur til eina vanliga viðtalu.
Vit eiga eisini at vera í heimbygdini. At vera einsamallur er ringt, men ringast er einsemi í fremmandum umhvørvi saman við fremmandum fólki.
Vit eru góð við nærumhvørvi, men ikki altíð gera vit nóg mikið, við at halda tað við líka, og enn minni við at fríðka um tað. Gomul virðir fortapast. Vit ganga dagliga framvið, men ansa teimum ikki, tí tey eru ein partur av heildarmyndini. Fjørðan er løgd undir asfalt. Vit hava góðar vegir fyri neyðini, men vit eiga eisini at sleppa trygg tvørtur um teir, og í ávísum støðum kanska heldur undir teir. Sum til dømis við Pensionistahúsinum í Heygstøð og bátahilin við Sjógv, har tað einasta rætta hevði verið at gjørt eina vegsmogu. Vegagerðin hevur ført við sær, at serstaka umhvørvi við Sjógv er um gjørligt blivið enn meira serstakt. Vit hava fingið ein poll, og við honum og økinum uttanum, eiga vit eina perlu.
Spurningurin er um vit Duga at hanfara, lívga og røkja hana.
"Tey liva í land byggja", men tey, ið fara, eiga at fara við vitanini um eina virðiliga fráferð, tí eiga vit at sýna teimun hesa virðing við at bygja eitt kapell á økinum við kirkjuna.
Ítrotturin er frammalaga í bygdini, og eiga vit altíð at verða í varðhaldi, soleiðis at hann altíð hevur góð kor, og arbeiða fyri framhaldandi menning. Í ítrottinum finna tey ungu samanhald og trivna, ið er so avgerandi fyri samleikan.
Tað er líka skeift hjá einari kommunu at skylda pening, sum at eiga hann á bók. Arbeiðast eigur at verða eftir einari raðfestari ætlan, soleiðis at skattakrónurnar koma øllum borgarum tilgóðar.
Vit eru hvørki ein gloymd ella goymd kommuna. Vit eru ein kommuna í vøkstri, og alt í veksur, skal hava góðar gróðarumstøður. Tit VELJA tey, ið koma at hava tað avgerandi orðið hvussu og hvar vit fara.