Nýútbúnir lærarar, sum skulu til arbeiðis eftir summarferiuna, eru spentir at vita, hvussu gerandisdagurin háttar sær, men tey áttu at fingið meira skipaðan stuðul á nýggja arbeiðsplássinum.
Tað heldur Andrea á Rípuni, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag
Hon skrivar í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, at ein nýklaktur lærari hevur ikki einans tær ”vanligu” avbjóðingarnar at hugsa um. Hann skal eisini finna stevið, finna gerandisdagin og finna sína leið sum lærari.
- Hetta kann gerast bæði trupult og strævið, tí umframt hesar avbjóðingar, so skal tann nýútlærdi eisini finna útav teimum dagligu rútmunum, sum eru á einum skúla. Tá alt hetta er nevnt, so eru vit ikki komin til alt tað praktiska.
Andrea Rípuni sigur, at nógvir lærara á skúlunum kring landið eru sera hjálpsamir, tá nýggj starvsfólk byrja, og tað er fínt. Men nýútbúnir lærarar hava eina serliga avbjóðing og hava serliga nógvar spurningar, men halda seg kanska aftur, tí teir halda seg órógva, tá teir spyrja ov ofta.
- Vit áttu at havt eina skipan við akkersfólki til nýútlærd. Eitt starvsfólk, ið fekk tímar at hjálpa og svara spurningum frá nýútbúnum, soleiðis, at nýggj tora at spyrja og práta, uttan at tey fáa kensluna av, at tey órógva. Tann ”gamli” lærarin veit, hvørja uppgávu hann hevur fingið litið upp í hendurnar og hevur eitt vakið eyga við tí nýútlærda, heldur Andrea á Rípuni.
Hetta kann vera eins gevandi fyri báðar partar, tí læring gongur báðar vegir. Tann nýggi hevur ikki royndirnar, men kanska onkra vitan, ið tann ”gamli” ikki hevur, meðan tann ”gamli” hevur royndirnar, sum tann nýggi manglar, sigur hon.