Foreldur hansara vóru Anna og Clement Ejdesgaard. Asbjørn er næstyngst av seks systkjum, fýra beiggjum og tveimum systrum.
Síðan 1996 hevur Asbjørn havt bústað á Sambýlinum í Runavík og trívst hann væl millum sínar líkar.
Meðan Asbjørn enn var búsitandi á Eiði, syrgdi hann fyri í eini 20 ár, at flaggið bleiv vundið á stong í kommununi, og síðan hann flutti til Runavíkar hevur hann eisini røkt hesa uppgávu fyri ymiskar fyritøkur, so sum Shell, Sjómansheimið og Røktarheimið og aðrastaðni.
Asbjørn hevur sítt dagliga yrki á Verkhúsinum Stíggi um dagarnar og gongur til og frá sínum arbeiði, har honum dámar væl.
Asbjørn heldur sín 70 ára føðingardag í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum leygardagin 28. november millum kl. 14.00 og 18.00.
Við hesi føðingardagsheilsan vilja vit ynskja Asbjørn hjartaliga tillukku við tí stóra degnum og ynskja honum nógv góð ár framyvir.
Vit øll á Rúnarvegi