Til Atla P. Dam á sjeytiára degnum

- yrking, ið borin var fram á sjeytiára degnum

Av góðum bergi brotin
fólk og Føroyar fram at føra
Vaksin upp við sjóvar strond
har báran møtti hellurond
Á Tvøroyri aldist so mangur alvi
lærdi seg leikir í lívsins talvi
við móðurmjolk seyg tú innlit og hugsjón
um javnari menning og bjartari vón
Har javnaðarvøggan á kletti stóð
stóð eisini tín á grundini góð
Maður kemur í mansins stað
eisini tá høvdingar leggjast ein dag
tungan arv at lyfta
hjá fáum mundi slík royndin nytta
at sigla faðirs kjalarvørr
og longur á leið føra prúðari knørr
Fattur steig eðilingur á hallargólv fram
brá sínum brandi, á víðvøllum vann
Við snildi hann talar og leikar so væl
vitugur - vinnur - í orð og í tal
Tá njótast skal sigur í sál
og hartvunnin hjartamál
fá hava stríðið kent og leikin sæð
uttan møddi kappin í fremsta rað
Í harðasta víggi leiddi lið fram á leið
eftir droyrreyðum grasi, har høgg mangan sveið
tá stríð loksins lætnar
og útsjónin batnar
í sjónarringi har hómast vón
og sigurin kyndir í hjørtunum glóð
har rættvísi fjálga seg kann
- tagna brandaljóð
Trygt við lær goyma sigursmenn brand
- høgt uppá tindar at skoða nýtt land
-víðari heim at nema
Í mansaldur stóð tú við stýrisvøl
á havinum stóra, tú førdi kjøl
So mangt eitt roysni úr hondum greiddi
manning trygt í havn tú leiddi
staddir í vanda
- einki tó mundi granda

Nú høvdingi stinnur um sjeyti fer
tillukku skal tí ljóma her
Kletturin ert tú á Føroya grund
vardi tá stormar leiktu í lund
Kappin reysti
- tøkk fyri stríð og treysti