Til dreymaland við Føstufressum

Í vikuni vandu Terji og Føstufressar fyri fyrstu ferð eini 10 ár. Tað svingaði beinanvegin hjá tónleikarunum, sum hava spælt saman, síðani teir vóru smádreingir

Tað var ein kanin, sum FUT dróg upp úr hattinum, tá ið fyriskipararnir av ólavsøkukonsertini kunnugjørdu, at Terji og Føstufressar fóru at spæla á konsertini.
Tiltikni bólkurin, sum ikki hevur verið á føroyskum palli í eini 10 ár, skuldi nú savnast aftur, og allir teir upprunaligu limirnir í bólkinum skuldu spæla við.
Hetta var ein rættiligur jokari fyri stóru konsertina, og tað er lítið at ivast í, at Føstufressar fara at lokka onnur enn bara tey yngstu á konsertina.
Hóskvøldið vandu Føstufressarnir saman aftur fyri fyrstu ferð í nógv ár, og tað gekk væl.
? Tað var stuttligt at vera saman aftur, og tað svingaði beinanvegin hjá okkum, sigur Rógvi á Rógvu, sum er trummuspælari í bólkinum.

Spæla alla plátuna
Tað var í 1990, at plátan við Terja og Føstufressum kom út, og hóast móttøkan í byrjanini ikki var nakað serligt, so vaks hendan plátan seg stóra og sterka í árunum, sum komu.
? Hetta er tann fløgan, sum hevur havt størst týdning fyri meg, og sum eg havi verið mest nøgdur við, sigur sangarin Terji Rasmussen um útgávuna, sum hann kallar sítt høvuðsverk.
Teir frálíku sangirnir á hesi útgávu hava staðið ímóti tíðarinnar tonn, og teir standa eins sterkir í dag, sum teir gjørdu fyri 10 árum síðani og meira.
Á ólavsøkukonsertini fer bólkurin at spæla allar sangirnar, sum eru á plátuni, og tað verður helst tað reina krás hjá teimum mongu, sum hava tikið sangirnar til sín.

Intens tíð
Flestu av tónleikarunum í Føstufressum hava spælt saman, síðani teir vóru smádreingir. Teir vuksu upp í sama grannalagi í Havnini, og tá ið teir vóru ungir funnu teir saman í tónleikabólkar.
? Plátan við Føstufressum var nakað heilt serligt. Tað var ein av teimum fyrstu ferðunum, at vit vóru í studio. Vit vandu dúgliga frammanundan, bæði heima í stovuni hjá Terja og í kjallaranum hjá Leivur og teimum, greiðir Rógvi frá.
? Vit hildu okkum vera sera seriøsar, og eg minnist eisini tíðina sum intensa og gevandi.
Úrslitið av nógva spælinum finniast á útgávuni hjá Terja og Føstufressum, og við sangum sum Lívið er okkara gáta og Ljóðmynd spældi bólkurin seg inn í meira enn stutttíðarminnið hjá føroyingum.
? Eg ivist ikki í, at sangirnir fara at rigga væl á ólavsøkukonsertini. Fleiri av teimum eru kendir millum nógv fólk, sigur Rógvi.
Hann hevur spælt í ymiskum bólkum gjøgnum árini, og hann hevur onkuntíð spælt onkrar av sangunum av útgávuni hjá Føstufressum, men langt frá allar, og tað verður fyrstu ferð í 10 ár, at upprunamanningin fer at spæla allar teir gomlu sangirnar.

Onkur broyting
Á ólavsøkukonsertini fara tónleikararnir, sum spældu sangirnar inn í studio, eisini at spæla. Onkur smávegis broyting er, men tað er ikki nakað, sum fer at merkja heildina.
Holgar Lauman spældi saxofon á útgávuni, men hann verður ikki við hesaferð. Ístaðin fyri Mortan Zachariasen at blása í hornið.
Rúna á Heygum sang helst vakrasta sangin á útgávuni ? Á ferð til Dreymaland ? men hon verður heldur ikki við hesaferð.
Terji Rasmussen er sangari í bólkinum, meðan Eyðun Nolsøe syngur kór saman við honum.
Føstufressar fara at spæla seint í ólavsøkukonsertini, og so kann ólavsøkunátt haldast við hesum frálíka bólki.
Kanska er tað ein lítil ferð til dreymaland fyri mong.

- - - -


Føstufressar

Terji Rasmussen - sang
Eyðun Nolsøe - gittar
Arnold Ludvig - bass
Leivur Thomsen - gittar
Rógvi á Rógvu - trummur
Magnus Johannesen - ljómborð
Mortan Zachariasen - saxofon

Terji og Føstufressar hava staðið fyri einari útgávu, og hóast tað kann tykjast avmarkað í stóra føroyska tónleikalandslagnum, so eru Føstufressar nakað serligt. Útgávan frá 1990 er kanska besta føroyska plátan nakrantíð.

Føstufressar hava ikki spælt saman við upprunaligu manningini í eini 10 ár, men nú fara teir at royna seg aftur.

Fleiri av tónleikarunum hava búð uttanlands, men flestu teirra hava nú leitað heimaftur.