Til eftirtektar undir protest

Manningarfeløgini eru ikki nøgd við úrskurðin hjá Gerðarrættinum

- Manningarfeløgini, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarfelagið og Starvsmannafelagið boða frá, at limir felaganna, sigla jóladag eftir ferðaætlanini, men at hetta er undir protest.

 

Soleiðis skriva tey trý manningarfeløgini í tíðindaskrivi í kvøld. Fasti Gerðarrætturin kom fyrr í dag til tað niðurstøðu, at varslaði arbeiðssteðgurin var óheimilaður, og tí ikki kundi setast í verk.

 

Enn er tó ikki greitt, hvussu manningarnar skulu lønast fyri hesar eyka arbeiðsdagarnar, sum harumframt eru halgidagar. Manningarfeløgini tykjast ikki góðtaka, at hesir arbeiðsdagarnir eru umfataðir av verandi sáttmála, og fara tí at leggja ósemjuna um lønarspurningin fyri Fasta Gerðarrættin aftur fyrst í komandi ári.

 

- Feløgini gera greitt, at ósemjan um lønarspurningin verður løgd aftur fyri Fasta Gerðarrætt fyrst í komandi ári, skriva manningarfeløgini.

 

Sostatt er greitt, at hetta málið als ikki er avgjørt enn.